Fólk, sum hava verið á fleiri festivalum, kunnu eftirhondini játta, at veðrið á einum festivali helst skal vera eitt sindur vánaligt Tað skal helst regna eitt sindur, fyri at tað skal verða ein ordiligur festivalur ? eingin festivalstemningur uttan regn. Og í so máta skuffaði Skanderborg Festivalurin ?08 als ikki. Longu hósdagin fór tað at oysa niður og eftir nakrar fáar tímar fekk vakrasti festivalurin í Danmark ekknavnið ?vátasti festivalurin í Danmark? ? og hetta var ikki uttan orsøk. Tann dagin regnaði nevniliga meira, enn tað vanliga ger í øllum august mánaði tilsamans.
Hóast summi vóru troytt av hesum og longu rýmdu fríggjadag og leygarmorgun ? áðrenn stóru nøvnini komu á pallin ? vórðu tey flestu eftir og hugnaðu sær við regninum og stemninginum í gummistilvum undir regnskjólum í skógini.