Vátaslettingur og frost komandi dagarnar

Eitt lágtrýst, 975 hPa, við Ísland fer spakuliga í ein landsynning, meðan óstøðug luft við ælaveður heldur áfram at floyma inn yvir Føroyar av útsynningi. Fríggjanáttina fer eitt lágtrýst fram við okkum og út á dagin trokar kaldari luft seg inn av norðri, og veðrið gerst meiri vetrarkent.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til gul av ymsum ættum, undir 6 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst við vátaslettingi ella kava. Hitin í dag millum 2 og 5 stig, í nátt millum 3 kuldastig og 4 hitastig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s, mest av norðri, um náttina snarar í ein landnyrðing. Samdrigið og ælaveður, lutvíst við vátaslettingi ella kava. Hitin um dagin millum 2 og 6 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 4 hitastig.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul, fyri tað mesta av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum um náttina snarar í ein vestan og útnyrðing. Samdrigið og ælaveður, lutvíst við vátaslettingi ella kava. Hitin um dagin millum 2 og 6 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 5 hitastig.

 

Sunnudag

Lot til andøvsgul, fyri tað mesta av norðri, 2 til 7 m/s, sum út á dagin øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl, lutvíst við vátalsettingi ella kava. Hitin um dagin millum 2 og 6 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 5 hitastig.

 

Mánadagin

Lot til andøvsgul, fyri tað mesta av útnyrðingi og landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt æl, lutvíst við vátaslettingi ella kava. Hitin um dagin millum 2 og 6 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 5 hitastig.

 

Týsdagin

Lot til andvsgul, fyri tað mesta av vestri ella norðri, 2 til 7 m/s, um náttina snarar í ein eystan og landsynning. Samdrigið og okkurt æl, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum 2 og 6 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 5 hitastig.