Vísur vísu-rockur

Poul Krebs: Forbandede vidunderlige tøs

 

Fløguummæli

Danski vísu-rock sangarin Poul Krebs drønar avstað við nýggju fløguni ?Forbandede vidunderlige tøs?. Bob Dylan, Tom Petty og partvís Bruce Springsteen eiga lívið í hesum frálíka danska orðasmiðinum.

Løgini fáa ikki rættiliga meining fyrr enn orð vera sett á. Og tað dugir Krebs. ?Du har sparet tiden op/Hvem har bildt dig ind du sku? være tilskuer til livet? syngur Krebs á fyrsta lagnum ?Lykkejæger?, og so koyrir tað bara slag í slag. Tónleikurin fer aldrin út um sínar grundleggjandi heimildir, ið eru at stuðla tekstinum. Tó verður eksperimenterað eitt sindur við ljóði á eitt nú lagnum ?spilde min tid?.

Fyri teir føroyingar, ið halda út at hoyra upp á danskan sang, so er hetta ein frálík vísu-rock fløga.