Vísukonsert umborð á Høganesi

Kungälv-næmingar vitja í Runavík í kvøld

kvøld verður vísukonsert umborð á sluppini Høganesi í Runavík við einum fýramannabólki av vísulinjuni á fólkaháskúlanum í Kungälv í Svøríki.
Bólkurin, ið telur tríggjar sviar og føroyingin Kjartan Hansen, vitjar í Føroyum í døgunum frá 8. til 14. mars. Seinasta framførslan á ferðini verður leygarkvøldið umborð á Høganesi.
Á skránni eru egnar tulkingar av bæði kendum og ókendum sangum. Harumframt er eitt sindur av egnum tilfari, har tey hava lagt seg eftir at spæla mest norðurlendskan tónleik og framføra á fleiri norðurlendskum málum; tó er okkurt enskt ímillum.
Bólkurin spælir mest sum alt frá svenskum fólkatónleiki við fiólini í hásæti, til Tom Waits og Johnny Cash. Grundarlagið er tekstborin tónleikur - vísur.
Vísulinjan á Norðurlendska fólkaháskúlanum í Kungälv er skipað á tann hátt, at hon tekur eitt ár og høvuðsevnið er vísutónleikur. Í stuttum ber til at siga, at tað snýr seg mest um at tulka vísur; at læra hvussu tú kanst framføra og variera, bæði hvat tí tónleikarliga viðvíkur og sjálvari framførsluni.
Svøríki hevur eina langa traditión í vísutónleiki, har tekstboðskapurin og harvið sambandið millum framførara og áskoðara er sjálvt grundarlagið.
Undirvísingin gongur fyri seg í »masterclass«, ið merkir at tú arbeiðir individuelt við læraranum, meðan restin av flokkinum eru áskoðarar. Ein lutur í undirvísingini er, at farið verður á turné í tvær vikur í smærri bólkum. Tað er í hesum sambandi, at bólkurin hevur leitað sær til Føroya hesa vikuna.
Konsertin byrjar klokkan 20.