? Tað er rætt, at Hergeir Nielsen fríggjamorgunin gjøgnum faxið sendi mær eitt uppskot um hægri játtan til Suðuroyar Sjúkrahús. Á uppskotinum stóðu útjaðaratingmenninir Kári P. Højgaard og Jógvan við Keldu sum uppskotsstillarar. Men stutt eftir, at faxið var komið, ringdu hesir báðir til mín vístu uppskotinum frá sær.
Jóannes Eidesgaard vísir staðiliga aftur, at tað var hann, ið ikki vildi taka undir við uppskotinum frá útjaðaratingmonnunum úr Samgonguni um hægri játtan til Suðuroyar Sjúkrahús. Tvørturímóti vísir hann á, at tað vóru útjaðaratigmenninir í samgongu, ið ikki vildu taka undir við uppskotinum, Hergeir Nielsen sendi gjøgnum faxið.
Standa ikki saman
? Vit hava nú fingið prógv fyri, at sokallaða útjaðarasamgongan als ikki stendur saman um útjaðaran. Tí fer Javnaðarflokkurin at umhugsa, um hann framhaldandi skal stuðla hesum bólki
Jóannes Eidesgaard vísir á, at nógv bendir á, at Jógvan við Keldu hevur tikið stig til útjaðarasamgonguna fyri at føra seg sjálvan fram. Hann hevur illgruna um, at útjaðarasamgongan í veruleikanum førir taktiskt valstríð fyri Jógvan við Keldu, og slíkum valstríði ætlar Javnaðarflokkurin sær ikki at stuðla.
? Jógvan við Keldu tosar nógv um at menna útjaðaran, men tá politikkurin skal fremjast í verki, er hann ikki við. Hetta sóðu vit, nú hann ikki vildi atkvøða fyri einum uppskoti frá andstøðuni um hægri játtan til Suðuroynna. Men tá minnilutin kom við uppskoti um autistaheim í Klaksvík, tá stuðlaði Jógvan við Keldu minnilutanum og atkvøddi fyri.
Hergeir ikki arbeitt nóg væl
Jóannes Eidesgaard heldur, at Hergeir Nielsen hevur sovið í tímanum undir viðgerðini av fíggjarlógini, tí hevur hann ikki megnað at borið so í bandi, at Suðuroyar Sjúkrahús hevur fingið neyðugu játtanina.
? Uppskotið hjá Hergeiri, sum kom við faxinum fríggjamorgunin, og sum eingin undirtøka var fyri, var ein roynd hjá Hergeiri Nielsen at reinsa seg. Tá var hann nevniliga brádliga vaknaður.
Jóannes Eidesgaard er ógvuliga harmur um, at tað ikki bar til at fáa hægri játtan til Suðuroyar Sjúkrahús, tí tað er umráðandi fyri trivnaðin í Suðuroynni, at borgararnir kenna seg tryggar við sjúkrahúsið.
Kom í góðari tíð
? Eg eri ikki samdur við Jógvani við Keldu, tá hann sigur, at uppskotið hjá okkum kom ov seint. Tað kom fyrstu ferð fyri tingið tá fíggjarlógin var til aðru viðgerðar, og tað er ikki ov seint, vísir Jóannes Eidesgaard at enda á.