FÓTBÓLTUR
Millum áskoðararnar á ovara vølli í Gundadali leygarkvøldið var A-landsliðsvenjarin, Brian Kerr, og hann kundi eftir 0-4 ósigurin fyri Rumenia staðfesta, at her var talan um eitt lið, ið var ov sterkt fyri føroyska U21-landsliðið.
– Vit mugu hava í huga, at bæði Rumenia og Russland eru lond, sum hava eina rúgvu av spælarum at velja ímillum, umframt at tey hava stórar fótbóltstraditiónir. Vit skulu ikki vænta okkum, at vit vinna á Rumenia, men vit mugu royna at fáa tað besta burtur úr tí, sum vit hava, segði hann eftir dystin.
– Eg eri eisini vísir í, at dysturin ímóti Russlandi verður eisini ein trupul dystur, so venjararnir mugu royna at byggja liðið upp til tann dystin. Sjálvur eri eg vísur í, at russiska liðið verður líka gott sum hetta rumenska, og hetta eru altso klassalið, sum vit møta her.
Fleiri dystir
Brian Kerr helt, at fyri at fáa sum mest burtur úr teimum veruligu dystunum, er neyðugt við fleiri venjingardystum, so venjararnir lættari kunnu síggja, hvussu spælararnir verða best brúktir, áðrenn dystir sum hesir eru á skránni.
– Men annars haldi eg, at føroyska liðið vísti dirvi í seinna hálvleiki, tá tað hevði sínar frægastu løtur. Enntá við 10 monnum, eftir at málverjin var vístur út, royndu teir framvegis at leypa á. Prísurin fyri tað var so eisini, at okkurt mál fór inn í hinum endanum, men eg haldi, at teir vístu stórt dirvi, segði A-landsliðsvenjarin, ið helt útvísingina av Trygva Askham vera harða.
– Har var ikki nógv, ið málverjin kundi gera við hasa støðuna, so eg haldi, at hatta var ein harður dómur. Kanska dómarin kundi hugt meira at umstøðunum og latið hann fingið eitt gult kort í staðin.
Mugu spæla
Annars helt Brian Kerr, at U21-venjararnir hava fleiri møguleikar, nú teir skulu byggja liðið uppaftur til dystin ímóti Russlandi í annaðkvøld.
– Um vit bara hyggja at teimum, ið sita á bonkinum, so eru har fleiri spælarar, ið kunnu geva venjarunum nógv fleiri møguleikar, tí bonkurin er sterkur. Tann stóra avbjóðingin verður, at spælararnir kunnu hava bóltin meira á hálvuni hjá mótstøðuliðnum, tí nú vita vit, at teir duga at skapa møguleikar. Hesa ferð var trýstið bara í størra lagi til tað, helt hann.
– Vit síggja eisini, at fleiri á liðnum hava góðar tekniskar førleikar, men at tað kanska restar í á øðrum økjum. Tú kanst siga, at har eru fleiri sterkir spælarar, sum kanska ikki eru nóg skjótir, samstundis sum har eisini eru fleiri tekniskt góðir spælarar, sum bara ikki eru nóg sterkir. Ber til at finna hesa javnvágina, eru avgjørt møguleikar fyri framman.
Viðvíkjandi menning av ungu spælarunum, heldur Brian Kerr tað altíð vera eitt gott hugskot, at spælarar fara av landinum, har teir kunnu vera fulltíðar yrkisspælarar. Men so krevst eisini, at teir spæla:
– Vit hava alt ov nógv dømi um útisetar, sum hava sáttmálar við feløg, men bara ikki spæla. Tá hevði tað verið frægari, at teir spældu í Vodafonedeildini, enn at teir fóru uttanlands, fyri bara at sita á bonkinum onkrastaðni.