Vísmaðurin

Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, hevur fingið sær fyri javnan at siga í fjølmiðlunum at hann er skelkaður, bilsin, ovfarin o.a.m. av bæði einum og ørðum, fyri síðan at greiða okkum frá hvussu tingini veruliga hanga saman, ella eiga at hanga saman.

 

Dánjal J. Hansen

Norðoyri 10/12 2000




Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, hevur fingið sær fyri javnan at siga í fjølmiðlunum at hann er skelkaður, bilsin, ovfarin o.a.m. av bæði einum og ørðum, fyri síðan at greiða okkum frá hvussu tingini veruliga hanga saman, ella eiga at hanga saman. Tað er sum hann einafer fyri langari tíð síðan gjørdist alvitandi fyri síðan at leggja seg at sova. Tá so onkur sigur okkurt við ongum høpi í, vaknar hann sum við kaldan dreym, bilsin, ovfarin, skelkaður osfr., og skundar sær í fjømiðlarnar at rætta brekið.

Nú er vísmaðurin enn einaferð vaknaður, púra skelkaður av at vit ikki eru ein tjóð, men ?et selvstyrende folkesamfund? í danska kongaríkinum. Eisini er hann púra forfardur av at løgmaður, forsætisráðharrin og embætisverk teirra, ikki kenna enska týdningin av orðinum tjóð, og ikki vita at tað kann skiljast uppá tveir mátar. So hann ger ikki mætari enn stíga niður úr sínum høga sæti at geva okkum eina neyva málsliga greining av týdningunum og so er brekið rætta. Í einari handavend er allur tann knúturin sum gjørdi enda á fullveldissamráðingunum loystur. Hann skal bara umseta greinina í Meinigheitsblaðnum 8. desember til danskt og senda hana til Nyrup, so kan § 11 í heimastýrislógini broytast við einum pennastroki. Harvið kann mál okkara verða viðurkent sum tjóðmál og ikki bara sum høvuðsmál hjá einum minniluta í ríkinum. Og so er spurningurin um ikki leiðin liggur opin fyri at broyta § 1 og løgfrøðisliga staðfesta at vit eru ein tjóð.

Annars heldur Jóannes ikki at tað hevur stóran týdning at útlendingar, eisini við altjóða rætti í hondini, kalla okkum eina pirru á reyvini á Danmark. Vit vita sjálvi at vit eru ein tjóð, og tað er nóg mikið.

Javnaðaruppskotið um at fáa føroyskt viðurkent sum tjóðarmál í Føroyum má sigast at vera frálíkt. Tað munnu flestu føroyingar kunna taka undir við. Men tað kom mær fyri at Jóannes ljóðaði heldur enn ikki ovfarin (aftur nú) tá løgmaður í tíðindunum mikukvøldið 6. desember tók væl ímóti uppskotinum. Tað ljóðaði sum hevði hann væntað (og ætlað?) eina konfrontatión. Tað fekk hann ikki, so nú má røkka ella støkka. Uppskotið fær helst breiða undirtøku á løgtingi, og so fáa vit at síggja hvussu væl Jóannes hevur fingurin á pulsinum í fólkatinginum. Kann javnaðarflokkurin nú fáa donsku stjørnina og fólkatingið at sleppa sínum tvíhaldið um føroyska ?fólkasamfelagi? eftir at landsstýrið mátti gevast? Jú, Jóannes veit hvussu tað kann gerast; vit skulu halda saman, tí fólkatingið fer ikki at avvísa einum samdum løgtingi. Og nú er tað eg sum eri ovfarin, bilsin osfr.

Alla tíðina meðan fullveldissamráðingarnar fóru fram, arbeiddi javnaðarflokkurin av kraft fyri at undirgrava samanhaldið. Hevði tað ikki veri, hevði landsstýri kanska havt eitt brúkiligt úrslit at leggja fyri løgtingið og fram um alt fyri føroyskar veljarar. Tað hevur undra meg stórliga hví tað var so umráandi fyri javnaðarflokkin at løgtingið og veljarnir ikki skuldu fáa høvi til at taka støðu til best møguliga samráðingarúrslitið. Hví var tað so umráandi at gera donsku stjørnini greitt at hon hevði fullan stuðul frá føroyska javnaðarflokkinum? Kanska hóma vit her eina ætlan um at spilla spæli hjá landsstýrinum, fyri síðan at koma við einum útspælið ið fyri føroyingum kann tykjast sum ein ætlan um broytingar stig fyri stig, og fyri danskar polittikkarar kann kennast sum eitt kærkomið høvi til at bloyta eina heldur stirnaða støðu.

Jóannes hevur annars fyrr havt møguleika fyri gera danir varar við sín alsk til føroyska málið, men tá fólkatingið fyrr í ár staðfesti at okkara mál er eitt landspartamál, helt hann ikki tað var ómakin vert at møta upp í fólkatingssalinum fyri at mótmæla hesum.

Í øllum førum má sigast, at kemur uppskotið til viðgerðar í fólkatinginum við einari breiðari undirtøku í løgtinginum aftan fyri seg, so er sannleikans tími upprunnin fyri Jóannes Ejdesgaard.

Ein veljarakanning í summar sum gav sitandi samgongu eina heldur laka undirtøku, fekk Jóannes og Edmund Joensen at krevja nýval. Seinni løgdu teir uppskot fram um hetta, men um sama mundi sum uppskotið var til viðgerðar í løgtinginum, vístu tvær veljarakanningar at samgongan var styrkna munandi, og at javnaðarflokkurin misti undirtøku, hetta hóast hansara støðu sum mest markanta andstøðugrenj. Kanningin vísti eisini at veljarar vilja ikki vita av Edmundi, og sjálvt um hann við sínum sermerkta logikki fekk vent tí til ein sigur, er spurningurin um ikki nývalsborði átti at fanga og Edmund lagt frá sær.

Førir nýggja uppskotið hjá javnaðarflokkinum til at danir fara at viðurkenna føroyska málið sum tjóðarmál, er rættiligt hol komi í sjógvin og leiðin løgd opin fyri viðurkenning í bæði einum og ørðum týdningi av enska orðinum ?nation?.

Fellur uppskotið harafturímóti, eigur borði at fanga hjá Jóannesi Ejdesgaard.