Vísir ikki veðurlagskreppu men vanligt vár

Granskarar og fólk á staðnum leggja dent á, at myndin av sletuhundum, sum er farin um allan heim sum rótasúpan, er »púra vanlig« í Thule.

Seinastu vikuna fór ein mynd av eini hundasletu, sum koyrir gjøgnum távatn á einum fjørði við Thule í útnyrðingspartinum av Grønlandi, farin kring allan heimin.

Men tann eygnarívandi myndin, sum av fleiri er brúkt usm dømi um ógvusligu veðurlagsbroytingarnar, vísir bara eitt púra vanligt veðurfyribrigdi í Norðurgrønlandi.

Tað sigur ein granskari og fleiri íbúgvar á staðnum við Berlingske.

– Tað hendir altíð, sigur Apollo Mathiassen, sum er veiðurmaður og kommunustýrisliur fyri siumut í Avannaata Kommunia.

– Serliga heruppi við Thule, har myndin er tikin. Tað veldst bara um, hvussu tjúkkur ísurin er. Tað kann ikki henda, tá ísurin er tunnur. Tað er, tí ísurin er so tjúkkur – so eru eingi hol, sum vatni av bráðnaða ísinum kann renna ígjøgnum.

Myndin var víst á eitt nú sjónvarpsstøðunum CNN og BBC eins og fleiri áltjóða bløðum og netmiðlum.

Tað var ein granskari hjá Danmarks Meteorologiske Institutt (DMI) sum tók myndina og legði hana á Twitter.

Men fyribrigdið, sum av fólkum á staðnum kallast »imaq«, hevur verið at sæð síðani 1800-talið.

Jason Box, granskinarprofessari í glaciologi við De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland (Geus), sigur, at vit skulu vera varin við at brúka nakrar lýggjar dagar í Grønlandi sum prógv fyri veðurlagsborytingum.

Tí veðurlagsbroytingarnar eru áv eg, men tað er bara ikki so lætt at vísa, leggur Box dent á. Tað er munur á veðri og klima.

– Tað er tí, at vit fokusera upp á yvirorðnaðu og lagtrøkkandi gongdina, sum vísi, at Norðpólurin verður hitaður skjótari enn restin av heiminum, og at ísurin í grønlandi sum heild bráðnar.

– Tað hava vit sæð í fleiri ár og kunnu vísa við grafum og fylgisveinarmyndum, men tað hevur ikki somu slagkraft sum ein mynd. Heldu rikki sjálvt um myndin í veruleikan ikki vísir veðurlagsbroytingarnar, sigur Jason Box við Berlingske.

 

/ritzau/