Vísindalig bókmentaráðstevna í Havn

International Association for Scandinavian Studies (IASS) er ein altjóða felagsskapur fyri bókmentafrøðingar, sum granska norðurlendskar bókmentir.

IASS hevur ráðstevnu annað hvørt ár, aðru hvørja ferð á einum norðurlendskum universiteti og aðru hvørja ferð uttan fyri Norðurlond. Ráðstevnan í ár er tann 22. og evnið er hesaferð: Norðurlendskar bókmentir: Tekstur - mentalitetur - mentan. Ætlanin er at lýsa norðurlendskar bókmentir í mentalitetssøguligum ljósi fyri at fáa til vega vitan um viðurskiftini millum bókmentir, mentalitet og mentan. Endamálið er at savna nýggjar kanningar av norðurlendskum skaldskapi í mentalitetssøguligum ljósi fyri at røkka eini fatan av sosiala og listfrøðiliga týdninginum hjá bókmentum. Grundleggjandi hugtøk í mentalitesgransking eru m.a. tíð, rúm, náttúra, kyn og subjektivitetur, og lýst verður hvussu norðurlendskar bókmentir hava sett dám á fatanina av hesum viðurskiftum.

Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya skipar fyri ráðstevnuni, sum fer fram á Føroya Læraraskúla, av tí at luttakararnir eru so nógvir, at setrið er ikki sjálvt ført fyri at hýsa henni. Fyrireikingarnevndin á setrinum umfatar Eyðun Andreassen, Sáru Joensen, Turið Sigurðardóttir, Eivind Weyhe, Jens Cramer og Maluna Marnersdóttir, sum er forseti fyri felagsskapin.

Tað hevði ikki borið til at hildið ráðstevnuna uttan dyggan fíggjarligan stuðul, sum hesi hava latið: Føroya Landsstýri, Granskingarráð Føroya, NorFa (Nordisk Forskerakademi), Statens humanistiske forskningsfond, Carlsbergfondet, Stiftelsen Clara Lachmanns fond, Letterstedtska föreningen, Dansk-færøsk kulturfond, Tórshavnar Býráð, Restorffs Bryggjarí, Føroya Bjór, P/F Farodane, P/F Fóm og Telefonverk Føroya.

135 fólk úr Grønlandi, Norðurlondum, Onglandi, Týsklandi, Italia, Sveits, Russlandi, Polen, Ungarn, Australia, Canada og USA hava teknað seg til ráðstevnuna, og ráðstevnan er skipað við seks høvuðsfyrilestrum og harafturat verða næstan 90 fyrilestrar hildnir í teimum seks arbeiðsbólkunum.






Skráin fyri ráðstevnuna

Norðurlendskar bókmentir:

Tekstur - mentalitetur - Mentan


3. august:

kl. 17-:innskriving og móttøka


4. august:

kl. 9:Ráðstevnan verður sett

kl. 9.30:Plenumfyrilestur - Martin Zerlang, lektari, lic.phil., Københavns Universitet Litteraturhistorie og mentalitetshistorie, litterær arkitektur.

kl. 10.30:Kaffi

kl. 11-12.15:Bólkafyrilestrar

kl. 12.15-13.15:Døgurðasteðgur

kl. 13.15:Plenumfyrilsetur - Helga Kress, professari, Háskóli Íslands: Kvinner - musik - tekst i Halldór Laxness? verk.

kl. 14.15:Kaffi

kl. 14.45-16.30:Bólkafyrilestrar


5. august:

kl. 9Plenumfyrilestur - Klaus P. Mortensen, professor, Danmarks Lærerhøjskole: Naturen som Guds - og som individets spejl.

kl. 10.30:Kaffi

kl. 11-12.15:Bólkafyrilestrar

kl. 12.15-13:Døgurðasteðgur

kl. 13-14.45:Bólkafyrilestrar

kl. 14.45-15.15:Kaffi

kl. 15.15-16.30:Bólkafyrilestrar


7. august:

kl. 9:Plenumfyrilestur - Torill Steinfeld, professari, Universitet í Oslo: Salongen, kretsen eller »sirkelen« som kultur- og mentalitetshistorisk forskningsfelt: et nordisk prosjekt, et norsk eksempel og noen metodiske overveielser

kl. 10:Kaffi

kl. 10.30-11.45:Bólkafyrilestrar

kl. 11.45-13:Døgurðasteðgur

kl. 13-14.45:Bólkafyrilestrar

kl. 14.45:Kaffi

kl. 15.15-16.30:Bólkafyrilestrar


8. august:

Kl. 9:Plenumfyrilestur - Petra Broomans, lektari, universitetið í Groningen, Holland: I Fadershuset. Om kön och nationell identitet i litteraturhistoria

kl. 10:Kaffi

kl. 10.30?11.45:Bólkafyrilestrar

kl. 11.45-13:Døgurðasteðgur

kl. 13:Plenum Louise Vinge, professari í litteraturvidenskab, Lunds universitet: Texten mellan mentalitet och identitet - det regionala perspektivet

kl. 14:Kaffi

kl. 14.30-15.15:Samanfatan í bólkunum

kl. 15.30-16.30:Aðalfundur hjá IASS


Bólkarnir eru

1. Tíðarkensla ískaldskap:

- subjektiv tíð og løtubundin tíð, hvussu tíðin líður og merking hennara í skaldskapi

2. Rúm og rúmd í skaldskapi:

- bókmentalig rúm, rúmdin hjá skaldsligum tilburðum; verulig - ímyndað - virtuel rúm; tekstslag sum rúm, sum teksturin skapar og rørir seg innafyri

3. Náttúra í skaldskapi

- frá hóttandi til hóttað náttúru; frá reinari, gandakendari, metafysiskari upphevjaðari náttúru til nyttuga náttúru; frá villari og harðligari til skapaða náttúru til mannaskapaða, ídanðarliga og estetiseraða náttúru; frá náttúru til umhvørvi

4. Uppliving av subjektiviteti

- hvussu skaldskapur lýsir subjektivitet og kyn

5. Bókmentasøguskriving

- hvat sigur bókmentasøgan um mentalitet í samfelagnum, sum hon er skrivað í?

6. Ritverkið hjá Williami Heinesen