Vísa sína misnøgd hvønn einasta dag

?Viðhvørt er tað ein tungur dansur at vera saman við Havnini.Men kollfirðingar mugu venja seg við, at nú melur alt seinni. Men tað melur rætta vegin, sigur Jákup Sune Joensen, býráðslimur úr Kollafirði

Kommunusamanlegging

?Eg fái dag og dagliga at vita, hvussu ringt tað er at vera saman við Havnini.
Jákup Sune Joensen er býráðslimur úr Kollafirði í Tórshavnar Býráði og hann stendur dag og dagliga fyri skotum frá ónøgdum kollfirðingum.
Í Sosialinum leygardagin greddi Rólant Christensen, virkin fólkafloksmaður í Kollafirði frá, at nógvir kollfirðingar angraðu, at teir høvdu lagt saman við Tórshavnar Kommunu, tí nú hendi onki í Kollafirði: Tórshavnar Kommuna noktar vinnulívi í Kollafirði at byggja út, hóast gamla bygdaráðið í Kollafirði hevði givið byggiloyvi. Gøtuljós verða ikki skift, tá ið tey bresta, ítróttarhøllin bleiv bara ein viðfáningur av upprunaligu ætlanini o.s.fr.
Rólant Christensen sei, at ónøgdin hjá fólkafloksfólki í Kollafirði var so stór, at fólkaflokfelagið varð í upploysn.
Og so skulu vit gera eina rætting: Tað er ikki Norðstreymoyar Fólkafloksfelag, sum er í upploysn. Fólkafloksfelagið í Kollafirði er ein deild av felagnum í Havn og tað er deildin í Kollafirði, sum er í upploysn.
Tá ið Kollafjørður legði saman við Tórshavnar Kommunu, slógu kollfirðingar manngarð um eitt vælevni til Tórshavnar Býráð og tað eydnaðist at fáa Jákup Suna Joensen valdan.

Kæra sína neyð hvønn dag
At kollfirðingar eru ónøgdir, er als ikki ókent fyri honum, tí hann sigur, at tað er ikki dagur, at kollfirðingar ikki venda sær til hansara at kæra sína neyð.
Og í summum føum skilir hann væl, at kollfirðingar eru misnøgdir við at hoyra undir Havnini.
? Eg skal vera tann fyrsti til at viðganga, at í summum førum er Tórshavnar Kommuna tung at dansa við og viðgjørt gongur tað út av lagi strilti at fáa nakað gjørt í Kollafirði.
Hann vísir á, at Kollafjøråur er ógvuliga víðfør kommuna.
? Vit hava níggju kilometrar av vegi í Kommununi. Og at skipa fyri dagligu røktini á so stórum strekki av eini skrivstovu í Havn, riggar ikki.
? Tí hava vit av øllum alvi roynt at fáa eina kommunalan arbeiðsformann í Kollafirði, sum kann hava um hendi dagliga raksturin av vegunum, vatnveitingini, kloakkunum og øðrum kommunulanum viðurskiftum, soleiðis at gøtuljós verða skift, veitir reinsaðar og annað mangt, sum hooyrir undir dagligu røktina.
?Tað hevur gingið alt ov strilti. Men eg skilji, at er við at koma undir land. Eg veit bara ikki, um eg skal trúgva tíð, fyrrenn tað er veruleiki. Eg veit bara tað, at tað hevur skapt nógva óneyðuga misnøgd, at ongin arbeiðsformaður er í Kollafirði, sigur Jákup Sune Joensen afturat.

Melur seinni
Jákup Sune Joensen leggur kortini dent á, at kollfirðingar mugu ikki gloyma, at teir eru komnir upp í Tórshavnar kommunu, ogsostatt eru teir blivnir partur í einum stórum apparati.
?Tí mugu teir eisini venja seg við, at hjólini mala nógv seinni nú, enn tey hava gjørt. Teir mugu venja seg við, at tann tíðin er farin, táið kollfirðingar kundu ringja til ein av bygdaráðslimunum, hvørja ferð ein trupulleiki av onkrum slagi tók seg upp og so syrgdi bygdaráðslimurin sjálvur fyri, at málið varð loyst - hóast mannagongdin neyvan var tann rætta í øllum førum.
? Nú eru vit partur í eini stórari umsiting, har fastar mannagongdir eru fyri, hvussu mál og trupulleikar verða viðgjørd. Og tað tekur tíð.
?Tað ber heilt einfalt ikki til hjá hvørjum einstøkum býráðslimi at loysa trupulleikarnar so beinleiðis, sum bygdaráðslimirnir gjørdu fyrr tí vit hava heilt einfalt ikki rætt til at leggja okkum út í tær umsitingarligu viðgerðirnar.
Men so endurtekur hann, at varð ein arbeiðsformaður settur í Kollafirði at hava dagligu røktina, varð heilt nógv vunnið.
?Vit politikarar eru leikfólk og skulu einans taka politiskar avgerðir. Annars er kommunuraksturin rættiliga umsitingarligur, og tað ber ikki til hjá politikarum at leggja seg út í umsitingarligar avgerðir.
Tá ið Jákup Sune Joensen hevur sagt hetta, leggur hann afturat, at hóast hjólini mala seint, so mala tey. Og tey mala rætta vegin, eisini fyri Kollfirðingar.
Tí heldur hann framvegis fast við, at tað var rætt at at leggja saman við Havnini.
? At tað gongur eitt sindur strilti í fyrstuni er kanska ikki so løgi. Men eg haldi framvegis, at nógv er hent, og nógv fer at henda í Kollafirði, nú vit eru í Tórshavnar Kommunu, enn kommunnan her nakrantíð hevði megnað, stóð hon einsamøll.
Og tað eru nógv tung og stór mál, sum eru og verða framd í Kollafirði, og tað tekur tíð.
Vit síggja fram til at fáa ítróttarhøll- og tað er ikki rætt, at hon verður nógv minni, enn upprunaliga ætlað.
?Tvørturímóti verður høllin nógv størri enn ætlað. Høllin, sum liggur í kortinum er sum tann inni á Skála, har tað ber til at hava køk og matstovu so at hon eisini kann brúkast til bygdarhús.
Samstundis verður skúlin bygdur út, so at 8. og 9. flokkur eisini kann vera í Kollafirði. Og hús verða eisini keypt til barnagarð í Kollafirði.
? Og so slepst heldur ikki undan, at tað er ómetaliga nógv hent á havnalagnum í Kollafirði, síðani vit komu uppí, tí hon er ógvuliga nógv útbygt.
Men Jákup Sune Joensen dylir ikki fyri, at hann er samdur við Tórshavnar Býráð um, at virksemi, sum skal vera á havnalagnum, skal hava tilknýti til sjógvin.
?Tað er ótruliga óheppið at byggja vanlig vinnuvirki á havnarlagnum, tí so missa vit møguleikan at seta virksemi á stovn, sum hevur tilknýti til havið á havnarlagnum ogtað má ikki henda.
?Eru vit framsíggin, er ikki rætt at gera vanligar virkisbygningar á Havnalagnum, tí teir kunnu vera allastaðni.
Býráðslimurin heldur kortini, at samskifti ímillum umsitingina hjá Tórshavnar Kommunu og kollfirðingar kundi gingið smidligari. Kommunan kundi brúkt meiri tíð uppá at greitt kollfirðingum frá, hvussu landið liggur, heldur enn bara at møta upp vi einum fútabanni, heldur hann.
At kommunan eisini tekur arbeiði frá privatu vinnuni, er Jákup Sune Joensen partvíst samdur í.
?Kommunan hevur fólk,sum skiftur gøtuljós og sum gera ymisk arbeiði og tað er ikki eitt, sum verður broytt eftir einum degi. Men útgangsstøðið er, at so nógv skal bjóðast út sum gjørligt.

Fekk onki gjørt
Jákup Sune Joensen hevur hug at venda spurninginum við og spyrja, hvat Kollafjarðar Kommuna kundi avrikað einsamøll.
Var Kollafjørður ein kommuna fyri seg, hevði hon ikki sloppið at bygt út fyri meiri enn tríggjar ella fýra milliónir um árið í mesta lagi.
Og hetta er ein ógvuligadýr kommuna at reka, bæði við vegi, vatnveiting, kloakk og øðrum, tí hon er so víðfør.
? Hvat skuldi hon gjørt við havnalagið, sum skapar okkum eitt ógvuliga stórum virksemi og nógvum arbeiðsplássum, bæði á fiskavirkjum og eisini í farmahavnini, sum ætlanin er at byggja.
? Tey, sum halda, at Kollafjørður skuldi verið fyri seg sjálvt, mugu eisini greiða fólki frá, hvussu kollfirðingar fáa goldið einar 80 milliónirnar aftur fyri nýggjan skúla, ítróttarhøll og annað, sigur Jákup Sune Joensen.
Nú hevur tú sitið í býráðnum í tvey ár. Stillar tú uppaftur?
?Eg veit ikki. Vit skulu aldrin siga aldrin, men eg haldi, at hetta er ótrúliga strævið. Í mun til at vera á Løgtingi, haldi eg, at hetta at vera í Býráðnum er at vera í so nær borgaranum, í hvussu so er her í Kollafirði. Og tað krevur sín mann.
? Tíverri halda mong, at stingur ein trupulleiki seg upp, er bara at ringja til mín, so kan eg loysa hann dagin eftir. Men soleiðis virkar ein stór kommuna ikki og tað er eitt, sum kollfirðingar mugu læra seg.
Hann sigur, at sum heild roynir hann at vera rættvísur í tí sum hann ger í býráðnum og roynir at gagna tí stóru heildini so frægt sum gjørligt. Og so slepst neyvan undan at ganga einstaklingum ov nær við hvørt.
? Men eg ætli ikki at lata meg brúka til at tæna seráhugamálum hjá nøkrum og tað er greitt, at tað kann geva tær nakrar fíggindar. Men eg havi gjørt upp við meg sjálvan, at eg ætli mær ikki at lata ávísar borgarar hava meg til tvøgu, tí tað er lívið nógv ov stutt og dýrabært til, sigur hann, samstundis sum hann leggur dent á, at nú hugsar hann ikki um ávís fólk,
? Men eg kann ikki lata tað ganga, at einstaklingar trýsta meg til viðurskifti, sum ganga mínari samvitsku ov nær, tí tá ið eg fari úr politikki aftur, skal tað vera við góðari samvitsku, sigur Jákup sune Joensen.