Tilbúgving verður í miðdeplinum á einum serligum tiltaki, sum verður í KÍ-høllini í Klaksvík fríggjakvøldið. Norðoya Bjargingarfelag skipar fyri, og fyrilestrar, framsýningar og annað verður á skránni.
? Sum oftast hoyra vit bara um tilbúgving, tá ið okkurt er galið, men nú royna vit at kasta ljós á tilbúgvingina í Norðoyggjum á ein meira positivan hátt, sigur Marjus Magnusson, sum er formaður fyri Norðoya Bjargingarfelag.
? Hetta er eisini eitt gott høvi hjá teimum, sum hava nakað við tilbúgvingina at gera, at hittast og koma at kenna hvønn annan, sigur hann.
Millum tað mest forvitnisliga verður ein nýggjur stuttfilmur um bjarging, sum hevur frumsýning hetta kvøldið. Hetta er ein filmur, sum Norðoya Bjargingarfelag hevur gjørt í samstarvi við Tekniska Skúla í Klaksvík.
Filmurin er feskur og kemur beinleiðis úr klippistudio og á hvíta tjaldið fríggjakvøldið.
Tyrlan lendir í túninum
Kvøldið byrjar klokkan 19.00, tá ið borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen fer at bjóða vælkomin og seta kvøldið. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sum hevur tilbúgving sum sítt málsøkið, fer at røða.
Borgarstjórin Halldór Halldórsson av Ísafirði í Íslandi fer at tosa um tilbúgving í sambandi við skriður og omanlop, og læknin Christian Maschmann fer at greiða frá um sína verkæltan við læknaambulansa í Klaksvík.
Politisturin Karl Johansen umboðar stovnarnar í tilbúgvingini og fer at tosa um tilbúgvingina í Norðoyggjum
Umframt alt hetta kunnu fólk eisini síggja ymiska útgerð og fáa meira at vita um hesa. Ein bjargingarbátur verður eisini blástur upp.
Atlanin er at samla so nógva útgerð sum møguligt, ið er knýtt at tilbúgvingini, niðanfyri KÍ-høllina. Har verða løgreglubilar, sjúkrabilar og sløkkiakfør, og um tað viðrar kemur tyrlan hjá Atlantic eisini at standa á parkeringsøkinum við høllina.
Tiltakið er ókeypis, men øll, sum møta upp, fáa stungið eitt atgongumerki í hondina, sum verður við í lutakastinum um eina flogferð millum Føroyar og Danmark.
Myndatekstur:
Nýggi filmurin um bjarging verður frumsýndur í KÍ-høllini fríggjakvøldið, tá ið Norðoya Bjargingarfelag skipar fyri temakvøldi um tilbúgving