Vísa nýggj dýr og nýggjar plantur í Føroyum

Økta sambandið við útheimin hevur ført við sær, at alla tíðina verða nýggj sløg av djórum og plantum innflutt til Føroya.

Og hesin innflutningurin er bæði við vilja og av óvart.

Og nú fer Náttúrugripasavnið á Debesartrøð at hava eina framsýning nýggj djóra- og plantustløg, sum er komin til landið.

Fyrst broytti menniskju ta livandi náttúruna, tá ið tey fyri meira enn 1000 árum síðani settu búgv á oyggjunum og høvdu seyð við sær.

Seyðurin hevur broytt vistskipanina munandi, tí allastaðni er vøksturin niðurbitin.

Náttúrugripasavnið sigur, at hetta hevur ført við sær, at plantu- og djóralívið, t.d. fuglalívið, firvaldar og skordýr er minkað.

- Longu í 1768 kom rottan til landið, hon hevur gjørt stóran skaða og minkað um lunda, skráp og drunnhvítastovnin.

- Í nýggjari tíð eru fleiri nýggj plantu- og djórasløg sædd kring landið, og summi av teimum eru í menning og breiða seg skjótt.

- Tey mest ásýniligu eru vespan, flatmaðkurin og morsnigilin, apublóman og garðaskøran.

- Summi av sløgunum trívast tó væl, og stovnurin veksur skjótt. Tey hava ongan náturligan fígginda á staðnum, og tí eru tey før fyri at troðka tann nátúrliga vøksturin og tað náturliga djóralívið burtur.

- Hesi sløgini kunnu gerast innrássløg og gerast ein sera stór hóttan fyri tað lívfrøðiliga margfeldið á staðnum.

Framsýningin á Náttúrugripasavninum er opin til 15. September.