Ella situr á bonkinum í køkinum og fær sær ein kaffimunn. Um tú ikki veitst tað, so sært tú tað ikki: Síðan eina ferðsluvanlukku fyri seks árum síðani, hevur Ella verið førleikatarnað og hevur síðan tá altíð havt nógva pínu. Men hóast hon ongantíð fær fulla førleika sín aftur, forðar hetta henni ikki í gera mun, har hon kann. Hetta vitna øll tey mongu skrivini frá fólki, sum hava innstillað hana til heiðurin at gerast ársins kvinna, eisini um.
Eitt, sum gongur aftur í grundgevingunum er, at hjarta hennara slær fyri teimum, sum á ein ella annan hátt ikki megna at tala sína egnu søk. Sagt verður, at hon er ein tílík menniskja, sum ikki bara tosar, men lurtar, tekur stig og skipar fyri, so støðan kann fáa eina aðra vend. Og at hon, við sínum stillføra og ósjálvsøkna sinnalagi, men ótroyttiliga vilja og dirvi, fær ting av henda og setir í verk ketureaktiónir.
“Ella útinnir meira enn tey flestu. Serliga fyri børnini, tey ungu, tey veiku og tey illa støddu.”
Innstillari
Ótroyttiligur hugur
Ella Sloan Müller úr Havn er 46 ára gomul. Hon er kona bóndan í Havnardali, Poul Müller, og eiga tey trý børn, ið eru 26, 22 og 14 ára gomul. Síðan vanlukkuna hevur hon verið fyritíðarpensiónistur, men hon arbeiðir eftir førleika hjá Landsbyggifelagnum. Kortini er yvirlitið yvir sjálvbodna arbeiði hennara sera umfatandi, og er hetta ikki sørt av einum bragdi, tá ið hugsað verður um, at Ella ikki orkar so væl sum onnur: Hon er brúkari í Alv tvey kvøld um vikuna, hevur verið sjálvboðin í Kvinnuhúsinum í 12 ár, hevur tikið stig til fleiri ráðstevnur og fyrilestrar um happing og rúsevnismisnýtslu millum ung, og ikki at gloyma tað, sum fólk helst kenna hana best fyri: Ella var millum stigtakararnar av Náttarravnunum í Havn fyri seks árum síðani, og hevur hon øll árini verið ein ótroyttiligur og virkin stuðul hjá teimum.
- Eg rokni við, at hugurin at gera mun og at hjálpa stavar frá uppvøkstrinum. Vit lærdu at bjóða okkum til har ið á stóð, sigur hon, uttan tó at gera nakað hóvasták burturúr.
Fittur ungdómur
Ella er nevndarlimur í Náttarravnunum, og hon brúkar nógva tíð og orku til at samskipa virksemið hjá teimum. Tá annar sonurin byrjaði at ganga í býnum fyri seks árum síðan, kendi hon á sær, at tey ungu vórðu slept upp á fjall.
- Tá gingu tey í Badmintonhøllini, og har var snøgt sagt onki skil á. Fyriskipararnir høvdu bara eitt í huganum: peningaligan vinning. Úrslitið var, at nógv ung savnaðust uttanfyri høllina, har harðskapur, rúsdrekka og kuldi myndaðu náttarlívið, greiðir Ella frá.
- Náttarravnarnir síggja og eygleiða, og gevur hetta innlit í lívið hjá teimum ungu og skapar tryggleika um tey. Og eitt er vist: tá tú ert Náttarravnur, verða allar søgurnar um villa og harðliga ungdómin gjørdar fyri skommum. Nógv tey flestu eru sera fitt, friðarlig, opin og skilagóð, og hava uppiborið at kunna ferðast í býnum undir tryggum viðurskiftum, sigur hon.
Herrópið hjá Náttarravnunum er: Vís umsorgan í verki - ver ein vaksin fyrimynd! Í fyrstani vóru tey eini 80 foreldur, sum skiftust um at ganga úti um næturnar í vikuskiftunum, men í dag er talið nógv lægri, og stórur tørvur er á fleiri foreldrum.
- Tað nívir meg inn á hjarta at síggja tey ungu standa úti í kuldanum og hyggja inn í hugnaligu og flógvu caféirnar í býnum. Tey hava ongastaðni at fara, og tað tykist sum at tey, sum eiga tannáringar í dag, tíma ikki at ganga úti um náttina. Um vit bara vóru 100 foreldur, so snúði tað seg um ein túr um ári í part, sigur Ella. Hóast hon ikki longur hevur býargangandi ungdóm í húsinum, tekur hon enn tvær vaktir árliga saman við øðrum foreldrum í eyðkendu gulu jakkunum.
Íverksetarin Ella
Eitt annað, sum fólk nevna í grundgevingum sínum fyri at kjósa Ellu til ársins kvinnu, er arbeiðið hennara við at skipa fyri fyrilestrum og fundum um ymisk evni, sum upptaka hana. Sum fyriskipari hevur hon bjóðað útlendskum kapasitetum til Føroyar at kunna um eitt nú rúsevnismisnýtslu, happing og Náttarravnar. Í hesum sambandi kunnu vit nevna navnframa Stig Sørensen frá Mobbeland, sum hevði ráðstevnu í Fuglafirði, og sum eisini tosaði á fleiri skúlum. Eisini hevur hon bjóðað Lenu Risberg, fyrrverandi rúsevnismisnýtara, til Føroyar tvær ferðir at halda fyrilestrar í skúlum í Eysturoy og í Havn.
“Øll hesi tiltøk tørva fígging, og tað hevur eydnast Ellu at fáa til vega neyðuga peningin frá stuðlum og fyritøkum. Tað klárar hon sum onki.”
Innstillari
Eitt annað, sum liggur Ellu nógv á sinni, eru korini hjá teimum, sum hava skerdan førleika, eru fyritíðarpensiónistar og hava ilt við at røkja eitt fulltíðarstarv á arbeiðsmarknaðinum. Tí hevur hon eisini gjørt av at gerast brúkari av frítíðartilboðunum hjá Alv, ikki minst fyri at gera vart við, at tú hevur nógvar aðrar førleikar, hóast tú ikki kanst gera alt. Eitt nú hevur hon lagt andlit til lýsingaherferð hjá stovninum, fyri at fólk skulu síggja, at pláss er fyri øllum fólkum í Alv.
- Tað tykist sum at fólk bara síggja forðingar, tá umræður fólk við skerdum førleika. Í Alv eru øll møgulig fólk, sum hava nógv at bjóða, og allar møguligar útbúgvingar. Eg haldi, at tað er fávitska sum ger, at arbeiðsgevarar ikki hætta sær at seta fólk í starv undir serligum treytum. Hetta er ein stórur missur av góðum tilfeingi fyri alt samfelagið, sigur Ella.
Samstundis hevur hon ein greiðan boðskap til fólk við skerdum førleika:
- Tað hevur so ómetaliga nógv at siga, at tú ikki leggur teg afturá og byrgir teg inni við pínuni og sorgini yvir alt tað, sum tú ikki fært gjørt. Brúk er fyri øllum góðum kreftum, og tess meira tú ert fyri onnur, tess betur fært tú tað sjálv.
--
Fakta:
Grundgeving fyri heiðrinum:
Ella Müller fær heiðurin "Ársins kvinna" fyri sítt brennandi virkisfýsni sum stuðul og stigtakari á mongum mótum í samfelagnum. Hon útinnir eitt breitt ósjálvsøkið virki, har hon sær tørvin. Hon er virkin í Kvinnuhúsinum hjá fólki í neyð, í ALV hjá fólki við tvørleikum, og hon er stuðul og vegleiðari hjá børnum og ungum sum undangongufólk í Náttarravnunum og sum stigtakari til tiltøk um eitt nú rúsevnismisnýtslu og happing. Alt virki hennara er sjálvboðið, og frá øllum síðum koma afturboð um, at virksemið hjá Ellu ger mun.
--
Ella um foreldur at tannáringum: - Í fyrstani vóru vit eini 80 foreldur, sum skiftust um at ganga úti um næturnar í vikuskiftunum, men í dag eru vit bert 40, harav eini 15 eiga børn, sum ganga í býnum. Um vit vóru 100 foreldur, so snúði tað seg um ein túr um ári í part.
Ella um ungdómin: Tá tú ert Náttarravnur, verða allar søgurnar um villa og harðliga ungdómin gjørdar fyri skommum. Nógv tey flestu eru sera fitt, friðarlig, opin og skilagóð, og hava uppiborið at kunna ferðast í býnum undir tryggum karmum.
Ella um arbeiðsmarknaðin: - Eg haldi, at tað er fávitska sum ger, at arbeiðsgevarar ikki hætta sær at seta fólk við skerdum førleika í starv undir serligum treytum. Hetta er ein stórur missur av góðum tilfeingi fyri alt samfelagið.
Ella um tey sum líða: - Tú mást ikki leggja teg afturá og byrgja teg inni við pínuni og sorgini yvir alt tað, sum tú ikki fært gjørt. Brúk er fyri øllum góðum kreftum, og tess meira tú ert fyri onnur, tess betur fært tú tað sjálv.