Leygardagin læt Vøruhúsið í Klaksvík uppaftur í umbygdum og ístandsettum hølum.
Seinastu tíðina hevur nógv verið gjørt fyri at seta hølini í stand, soleiðis at handilin nú er vorðin meira kundavinarligur og innbjóðandi.
Vøruhúsið í Klaksvík selir ísinkram, máling, brúkslutir og brúkslist, og eisini leggur handilin seg eftir at selja góðar og nýggjar møblar, sum standa frammi í handlinum.
Í miðhæddini móti høvuðsvegnum er handilin nú býttur upp í básar við møbeleraðum og snotuligum stovum.
Ymisk gólv, sum handilin selir, eru løgd á í nýggju stovunum, sum eisini eru málaðar í ymiskum litum, ið handilin eisini selir.
Tað er P/F Litaval, sum nú rekur handilin í Klaksvík.










