HB byrjaði dystin best, fingu brotsspark, men vælleikandi Meinhard bjargaðí, men løtan bleiv stokkut, tí bert løtu seinni hevði HB skorað til 0-1. Meinhard var møguleiga heldur skjótur út úr málinum, men so kom ferð á KÍ spælið, áðrenn nakar varnaðist var KÍ frammanfyri 3-1. Farið varð eisini til hálvleik við hesi støðu, 3-1, til KÍ. Sigast skal, at málini sum KÍ fekk vóru sera góð og væl gjøgnumsæld. Hvat venjarin Tony Paris hevur sagt við leikararnar í hálvleikinum er ikki gott at vita, men eg haldi, at tá seinni hálvleikur byrjaði, sá ein hvat ætlanin hjá KÍ var, athalda leiðsluna og spæla verjuspæl í samfullar 45 minuttir. um hetta var taktikkurin hjá venjaranum var hann hol í høvdið. KÍ hevði jú ein super fyrra hálveik, eftir mínum tykki var eingin grun til nakra spælbroyting í seinna hálvleiki, møguleiga vóru KÍararnir trýstir aftur av einum vælleikandi HB-liði, men eitt veit eg, at KÍ liðið var ógvuliga tamt í seinna hálvleiki av tí sama, at KÍ flutti fólkið longur aftur, farligari blivu HBararnir.










