Vóru so nær við men kortini so langt frá

Teir fýra menninir sum ætlaðu at rógva úr Føroyum til Hetlands, komu so langt, at teir sóu land, men so máttu teir leggja árarnar inn

Róðrarbragd

Teir komu so langt, at teir sóu land. Men so máttu teir leggja árarnar inn.
Tað hevur uttan iva verið við ringum tannabiti, at teir fýra menninir, sum høvdu sett sær fyri at rógva úr Føroyum til Hetlands, máttu geva skarvin yvir týsdagin.
Eftir at hava róð í næstan eina heila viku, vóru teir komnir so langt týsdagin, at teir sóu land, men á miðdegi máttu teir leggja árarnar inn, tí veðrið varð ov ringt.
Kristian Eli Zachariasen hevur havt nógv samskifti við menninar. Hann sigur, at teir fóru úr Klaksvík seinasta mikumorgun klokkan sjey við áttamannafarinum, Havrenningi, sum er gamla Nevið Reyða.
Teir høvdu sett sær fyri at rógva heilt til Hetlands.
Teir vistu frammanundan, at hetta fór at verða ein tungur róður, Men róðurin gjørdust enn tyngri enn teir høvdu vónað, tí teir høvdu mótvind allan vegin.
 Teir komu so langt, at teir sóu land, tá ið teir máttu gevast. Tá vóru teir 18 fjórðingar úr landi. Men hann var 15 metrar um sekundið ímóti og stór alda, so tað var ikki ráðiligt at halda fram.
Tískil kom ein bjargingarbátur út eftir teimum og sleipaði teir til lands.
 Hóast teir máttu gevast, hevur hetta verið eitt ódnartak. Teir hava róð í seks dagar og fingið lítlan og ongan svøvn. Onkur av teimum svav bara einar 10 tímar á allari ferðini og hevði ongan blund fingið trý tey seinastu samdøgurini. Bekksár hava eisini plágað teir, so tað hevur verið hart.
Annars vóru teir hampiligavæl fyri.
 Teir vóru annars hampiliga væl fyri tá ið teir fóru og teir vóru væl útgjørdur. Teir róðu í bjargingarvestum og høvdu hvør sína yvirlivilsisdrakt, umframt bjargingarbát. Harafturat høvdu teir VHF, neyðsendara, plottara, GPS´ara, bluss og neyðrakettir við sær.