Vóru ov sein at koyra Donald Trump út

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur meldað seg úr SAG-Aftra, sum er eitt fakfelag fyri amerikanskar sjónvarps- og filmssjónleikarar.

Tað hendi júst sum felagið var í ferð við at tveita hann út í kjalarvørrinum av ófriðinum við Kongressina 6. januar.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

SAG-Aftra hevur svarað stutt upp á útmeldingina hjá Trump við bara tveimum orðum: Thank you.