Vóru ov illa plaserað

Básurin, vit fingu, lá illa fyri í gyklalandinum og ikki á einari náttúrligari leið hjá teimum ungu. Tað var helst orsøkin til, at vit ikki býttu út meiri enn helvtina av hítum í mun til aðrar festivalar, sigur Malan Egholm frá Fólkaheilsuráðnum

Fólkaheilsuráðið hevr verið fastur fúsur á teimum seinastu festivalunum, har tey upplýsa teimum ungu um sex og rúsevni. Eisini hava tey býtt út ókeypis hítir á festivalunum, og tað hava tey ungu tikið væl ímóti.

- Básurin, vit fingu, var plaseraður í gyklaralandinum heilt niðri við sjógvin, og tað var ikki ein leið, sum tey ungu náttúrliga løgdu framvið. Og tað eru vit eitt sindur hørm um, tí eftir øllum at døma bar ikki til at flyta básin, sigur Malan Egholm frá Fólkaheilsuráðnum.

Tey valdu tí at fara út at ganga á sjálvum festivaløkinum fyri at hitta tey ungu, og tað riggaði rímiliga væl.

- Men vit býttu bara út eitt stað millum 2000 og 2500 hítir, og tað er bara umleið ein helvt av tí, vit býttu út á G!-Festivalinum og Summarfestivalinum í fjør, sigur Malan Egholm.

Økið var ógvuliga stórt, og hartil gjørdist veðrið vánaligt leygarkvøldið, og tað hevur kanska heldur ikki bøtt um at býta út hítir á økinum.

 

Lítið upplýst

Í sambandi við festivalin hevði Fólkaheilsuráðið gjørt eitt spurnarblað, sum varð deilt út á økinum, har ungfólk kundu svara seks spurningum um Klamydia.

- Lutakast fór so fram millum tey, sum høvdu svarað øllum spurningunum rætt, um talutíðarkort frá Vodafone og Føroya Tele, og tað tóktist at vera poæulert millum ungfólk, sigur Malan Egholm.

Men hon sigur samstundis, at vitanin millum ungfólk um kynssjúkur er ógvuliga avmarkað.

- Tað tykist, sum nýta tey ungu hít bara við tí endamáli, ikki at gerast við barn. At nýta hít fyri at verja seg móti kynssjúkum kemur í lítlan mun teimum ungu til hugs, sigur Malan Egholm.

 

Skúlarnir svíkja

Malan Egholm heldur, at tað verður nýtt ógvuliga lítil tíð upp á sexualundirvísing í skúlunum. Og hartil verður fokuserað í alt ov stóran mun upp á at gerast upp á vegin ella ikki.

- Tað verður tosað alt ov lítið um kynssjúkur og um kenslur. Yvirhøvur verður nýtt alt ov lítil tíð upp á hetta í skúlunum, sigur Malan Egholm.

Hon heldur, at tað átti at verið støð, har tey ungu kundu komið inn og tosa og verið testað.

- Skal tú ringja til læknan skal tú í minsta lagi seta ein tíma av at ringja í. Hartil skal hetta gerast millum átta og níggju á morgni, og tá eru tey ungu í skúla. Tí átti tað at verið soleiðis, at tey kundu komið inn onkunstaðni – kanska á Margarinfabrikkina, sum kundi havt skikkað fólk at tikið sær av teimum ungu í so máta – so tey í frið og náum kundu tosa um tingini, sigur Malan Egholm.

Men tey ætla sær kortini ikki at sleppa fyribyrgingini á festivalunum.

- Vit hava fingið eina damu at seyma hítir í mannastødd, sum vit fara at ganga í á G!-Festivalinum. Vit ætla at ganga í hesum hítunum millum fólki og býta hítir út til tey ungu, sigur Malan Egholm.

Hon væntar, at við tíðini fer onkur annar felagsskapur at yvirtaka lutin hjá Fólkaheilsuráðnum at deila út hítir og tilfar um fyribyrging á føroysku festivalunum.