Leygardagin verður konsert í Kommunuskúlaskálanum við Tórshavnar kamarkóri. Høvuðsinnihald í várskránni hjá kórinum er nýggjari føroyskur kórtónleikur.
Høvi verður at hoyra fleiri av nýggjaru føroysku kórperlunum, sum eru skrivaðar seinastu 15 árini. Tónaskøldini, sum eru umboðað, eru Sunleif Rasmussen, Unn Patursson, Bjarni Restorff, Pauli Hansen, Kári Bæk og Pauli í Sandagerði, sum hava skrivað tónleik til yrkingar eftir William Heinesen, Róa Patursson, Karsten Hoydal og J.H.O. Djurhuus.
Kórið hevur eisini eina frumframførslu á skránni. Tað er yrkingin hjá William Heinesen ?En ballade om gamle riddersmænd?, sum Atli K. Petersen hevur skrivað tónleik til fyri 3 árum síðani, og sum Kamarkórið nú syngur á fyrsta sinni.
Eisini ger kórið eitt legg aftur í 16. øld við tveimum løttum og skemtiligum madrigalum.
Tórshavnar kamarkór er mannað við 25 royndum sangarum. Kórleiðari er Kári Bæk.
Konsertin er kl. 17.00 verður konsert í Kommunuskúlaskálanum. Atgongumerki 80 kr
Tíðindaskriv