Várkappingin í Ódnartøkum skotin í gongd

Týsdagin 25. apríl, flaggdagin, klokkan 10 verður fyrsta umfar av várkappingini í Ódnartøkum í Havn. Róð verður sum vanligt í trimum riðlum við trimum bátastøddum í hvørjari, har hvør bátastødd rør tríggjar róðrar. 31 manningar eru við í fyrsta umfarinum. Serliga er tað í 5-mannaførum við dreingjum, at nógvir bátar eru. Tí verður róð í tveimum bólkum í hesari bátastødd.

Líkt er til at enn fleiri manningar vera við í kappingini í teimum báðu bæði seinnu umførunum. Bæði tí at soleiðis hevur gongdin verið undanfarnu árini, og eisini tí at flaggdagur er hálvur arbeiðsdagur. Harvið ber tað ikki til hjá øllum at fáa frí til kappróðurin. Vanligt hevur annars verið at róð seinni á degnum, men tá suðuroyingarnir skulu suður aftur klokkan 13, er tiltakið framskundað.

Bólkarnir síggja soleiðis út.  

Riðil 1

Barnaróður dreingir
9. Ingibjørg
8. Falkurin

5. mannafør kvinnur
10. Teistin
9. Drekin 

8. Jallurin

5. mannafør gentur
11.
Pílur
10. Báran
9. Firvaldur
8. Blikur
7. Havfrúgvin

Riðil 2

Barnaróður gentur
10 Pílur
9. Ingibjørg 

8. Tekla

6. Mannafør menn
11.
Hósvíkingur
10. Hvesingur
9. Sundabáturin
8. Gongurolvur

8. Mannafør
10.
Miðvingur
9. Árnfirðingur

Riðil 3

6. Mannafør kvinnur
10. Páll Fangi
9. Sølmundur

5. Mannafør dreingir
Bólkur 1
Fípan Fagra
Teistin
Pílur
Drekin

5. Mannafør dreingir
Bólkur 2
Jallurin
Sílið
Ingibjørg
Navleysur bátur av Tvøroyri

10. mannafør
Drekin Reyði
Klaksvíksingur

 

Annað og triðja umfar av Ódnartøkum vera ávíkavist í Runavík 6. mai og í Vestmanna á bátastevnu 20. mai.