Várfest í miðbýnum í Havn

Várfest, er heitið á einum nýggjum tiltaki, sum verður í miðbýnum í Havn sunnudagin

17. mai. Livandi tónleikur, upplestur og rundferðir verða á skránni

Tiltakið byrjar við livandi tónleiki á Vaglinum. Møguleiki verður hjá øllum, at uppliva fleiri av søgunum, sum eru í Bíbliuni. Hetta verður skipað sum ein ferð, sum fer fram í miðbýnum.

 

Byrjað verður á Vaglinum, og síðani verður farið runt til ymisk støð, har høvið verður at síggja nógvar stuttar leikir. Samstundis verður møguleiki fyri at keypa sær okkurt til matna, meðan klovnir sýna síni kynstur.

 

Seinni á kvøldi verður tónleikacafé, har ymiskt annað eisini verður á pallinum.

Eisini verður eitt ungdómstiltak í miðbýnum, tó verður Caféin framvegis opin, og fleiri tónleikabólkar fara at framføra har.

 

Fyrireikarar siga, at endamálið við tiltakinum er at vísa familjunum ein kristindóm, sum bæði kann vera spennandi, avbjóðandi, hugtakandi og stuttligur. Tey siga, at tey vilja skapa eitt umhvørvi, har bíbilski boðskapurin verður boðaður á ein alternativan hátt, við drama og upplivilsum.

 

Tiltakið byrjar á Vaglinum í Havn kl. 15.00.