Býráðið í Klaksvík hevði fund í gjár, men einasta málið, sum elvdi til nakað av kjaki, var, hvussu hylurin, sum er ímillum nýggju útfyllingina og Nólsoyar Pálsgøtu skal eita eita.
Gøtunavnanevndin hjá býráðnum hevur viðgjørt málið og hevði trý uppskot um, hvussu hylurin skuldi eita.Fyrsta uppskotið var at nevna hann Fagravík, annað uppskotið var at nevna hann Lítlavík og triðja uppskotið var at kalla hann Kjalar Vík.
Staðarnavnanevndin sigur, at víkin er eitt nýtt stað, skapt av mannahond og tí loyvir hon sær sær at skjóta eitt navn upp, sum ikki beinleiðis tengt at nøkrum gomlum staðarnavni. Men navnið kundi sipa til Klaksvíkina og til Føgrulíð, har fyrsti háskúlin var.
Yvirhøvur var undirtøka í býráðnum fyri, at víkin skal nevnast, Fagravík, men eitt uppskot var eisini at kalla hana Pálsvík eftir Nólsoyar Pálli, hvørs hús eisini eru endurreist har um vegir. Ætlanin er eisini at endurbyggja Royndina Fríðu og gongst sum ætlað, skal hon liggja við bryggju har.
Kristian Eli Zachariasen tók ikki undir við navninum og mælti heldur til at kalla víkina Lítlavík.
Hann helt at navnið Lítlavík var meira hóskandi, serstakliga, tá ið hugsað verður um gomlu Klaksvíkina, tí hann sá eitt samband ímillum nøvnini, Klaksvík og Lítluvík. Hann vísti eisini á, at tað var har, upprunaliga Klaksvíkin var við tí gamla, kongaliga handlinum var, sum nú er Spaniastova, fornminnisavn og Leikalund.
Hann heldur eisini, at tað er skjótt, at gjøldur kann verða gjørt burtur úr navninum, Fagravík, tí sum er, er hon ikki nakað prýði fyri Klaksvíkina. Men hann legði kortini afturat, at tað verður hon, tá ið arbeiðið er liðugt.
Signhild Johannesen helt, at navnið Lítlavík ger tey lítlan, men Fagralíð ger tey føgur.
Men tá ið samanum kom, samtykti býráðið við 10 atkvøðum fyri og einari ímóti, at Fagralíð skuldi navnið verða. Tann einasti, ið atkvøddi ímóti, var Kristian Eli Zachariasen.