Ísraelska stjórnin hevur sagt, at tað eru teir palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnir, sum eiga skipið ?Karine A?, men sambært Loyds?List í London er hetta ikki so.
Loyds?List skrivar, at ein irakskur ríkisborgari, sum eitur Ali Mohammed Abbas, keypti skipið frá einum libanskum reiðaríi í august í fjør. Skipið æt tá ?Rim A?. Lloyds?List skrivar, at tey hava fingið hendur á skjølum, sum prógva, at Ali Mohammed Abbas yvirtók skipið tann 31. august.
Ísraelski herflotin tók ?Karine A? í Reyðahavinum seinasta mikudag. Umborð funnu flotahermenninir 50 tons av vápnum. Ísraelska stjórnin sigur, at teir palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnir eiga skipið, og at vápnini skuldu nýtast í bardaganum ímóti Ísrael. Hesum hava palestinsku myndugleikarnir víst aftur. Teir siga seg tvørturímóti als einki hava við skipið ella vápnini at gera.
Ísrael vil vera við, at vápnini umborð á ?Karine A? eru úr Iran, men tað hava iransku myndugleikarnir avsannað.
Vápnalastin fekk fríggjadagin ísraelska forsætisráðharran, Ariel Sharon, at kalla palestinska leiðaran, Yasser Arafat, yvirgangsmann.