Vápnað rán umborð á ferju

Tveir vápnaðir menn lótu fleiri skot av, tá teir fóru umborð á ferjuna Hamlet í ferjuhavnini í Helsingborg í Svøríki í gjárkvøldið. Menninir fóru á skrivstovuna, har vekslipengarnir eru, og sambært summum fjølmiðlum fingu teir nógvar pengar har.

Hamlet er ein av Scandlines-ferjunum, sum sigla millum Helsingør og Helsingborg.

Løgreglan sigur, at menninir skutu fleiri skot við einari skammbyrsu og einari automatiskari byrsu, men at einki fólk varð rakt. Aftaná fóru teir í land og flýddu á einari motorsúklu, sum stóð við ferjustøðina. Frammanundan høvdu menninir klipt hol á hegnið, sum er rundan um ferjuhavnina.

-Vit vita ikki enn, hvussu nógvar pengar menninir fingu við sær, men talan er um fleiri hundraðtúsund krónur, sigur Hans Nilsson hjá løgregluni í Skåne við fjølmiðlarnar. Hann sigur, at løgreglan veit ikki, hvørjir ránsmenninir eru.