Undan hesum kappingarárinum skifti føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, frá ColoQuick-CULT til Team VIRTY Cycling. Hann greiðir frá, at hann trívist væl á nýggja liðnum, har hann higartil hevur havt ymiskar leiklutir.
- Tað er ymiskt hvønn leiklut man hevur. Tað er alt eftir hvussu ruturnar eru og hvussu væl koyrandi man er. Tær fyrstu kappingarnar havi eg havt fríar teymar at søkja eydnuna í byrjanini (útbrot), og hevur tað ikki eydnast, so havi eg verið við til at hildið alt samlað, so vit kunna koyra fyri okkara skjóta mann, sigur Torkil, sum væntar sær størri leiklut seinni.
- Tað koma nakrar kappingar seinni á árinum, sum passa mær væl, og tá skal eg hava formtopp. Helst fái eg møguleikan at royna meg sum tann, ið skal koyrast fyri, sigur hann.
Torkil Veyhe er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini greiðir frá hví hann valdi at skifta lið og hvat krevst fyri at røkka langt í súkkluheiminum.