Hvat er tað besta við, at tað er val?
- Tað er, at umboð fyri teir politisku flokkarnar skulu upp á vágskálina til veljarans dóm. Fólkið sleppur at tala.
Hvussu nógvar atkvøður roknar tú við at fáa?
- Eg rokni við at fáa einar 400 atkvøður.
Hvussu nógvar tinglimir fær flokkurin?
- Tríggjar.
Hvat etur tú valkvøldið?
- Ræst kjøt og súpan, um eg komi inn.
Hvat bjóðar tú, um tú verður afturvaldur?
- Tað sama.
Hevur tú keypt tær klæði til valstríðið?
- Nei.
Hevur tú verið hjá frisør?
- Nei.
Hvør er tað stuttligasta valevnið?
- Tað er Heini O Heinesen.
Hvussu nógvar pengar brúkar tú upp á valstríðið?
- Eg brúki umleið 4.000 krónur.
Hvør verður løgmaður eftir valið?
- Ógjørligt at svara, veit ikki hvør verður valdur, ella hvussu undirtøkan hjá flokkunum verður.