Væntar at onnur lond fara at boykotta føroyskan laks

Landsdjóralæknin sigur, at ILA -gølan á Bakkafrost og Alistøðini á Bakka kann eisini fáa avleiðingar fyri royndirnar hjá føroyingum at sleppa at koppseta fyri ILA

Matvørugøla

Er illgrunin rættur um at Bakkafrost og Alistøðin á Bakka hava útflutt laks til matna, sum er sjúkur ella deyður av ILA, væntar Landsdjóralæknin, at tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri føroysku alivinnuna.
Tað hevur hann boðað Havbúnaðarfelagnum frá í eini kunning um málið.
Bjørn Harlou sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan fór at kanna viðurskiftini á Bakkafrost og á Alistøðini á Bakka, eftir at tíðindi vóru farin at ganga um, at virkini tóku fisk, sum var deyður av ILA og útflutti hann til matna.
Eftir kanningarnar heldur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at hon fekk váttað at so var.
? Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur staðfest, at fiskur, sum nýliga var deyður av sær sjálvum, varð skildur í kassar og ísaður og fluttur inn á laksavirkið, har hann var virkaður.
Fiskur, sum var deyður av sær sjálvum, men sum ikki var feskur, var fluttur til lands óísaður, har hann varð malin til ensilasju á laksavirkinum.
Landsdjóralæknin sigur við havbúnaðarfelagið at tað er bæði brot á kunngerðina um niðurberjing av ILA og brot á matvørulógina at taka laks til matna, sum er deyður av ILA.
Hann segði eisini við Havbúnaðarfelagið mánadagin, at eftir øllum at døma var so nógvur fiskur tikin, sum var deyður av ILA, at tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn fjølmiðlarnir fingu tað at vita.
?Og tá ið føroyskir fjølmiðlar hava fingið tað at vita, verður tað skjótt, at eisini útlendskir fjølmiðlar fara at taka málið upp.

Halda uppat at keypa føroyskan laks
Landsdjóralæknin sigur, at málið er so álvarsligt, at hann hevur skyldu at boða ES myndugleikum frá hesum, saman við eini fráboðan um, hvørji stig, føroyskir myndugleikar taka ímóti alivirkin um og hvørji stig verða tikin fyri at forða fyri, at hetta endurtekur seg.
Og hann stúrir fyri, at avleiðingarnar fyri føroysku alivinnuna verða sera álvarsligar.
?Tað er væntandi, at útlendindskir innflytarar og brúkarar fara at boykotta føroyskan alifisk.
Samstundis ber ikki til at siga, um eitt slíkt boykott eisini fer at breiða seg til eisini at umfata innflutningin av øðrum fiskavørum úr Føroyum.
? Undir øllum umstøðum fer tað at taka drúgva tíð at byggja uppaftur álitið hjá brúkarum og innflytarum uttanlands á føroyskan laks og úrdráttir úr laksi.
? Tað er eisini væntandi, at ES myndugleikar fara at ivast stórliga í, hvussu føroyingar handfara ILA trupulleikan.
? Tað er ikki ósannlíkt, at ES myndugleikar heilt ella partvíst fara at banna innflutningi av føroyskum laksi og úrdráttir úr laksi.
? Somuleiðis hava tey einstøku londini hvør sær heimild til at steðga innflutningi av føroyskum laksi og laksaúrdráttum
Bjørn Harlou sigur, at støðan hjá føroysku alivinnuni í løtuni, kann samanberast við forboðið, sum fyri nøkrum árum síðani var sett ímóti at flyta oksakjøt úr Bretlandi í sambandi við munn- og kleyvasóttina og neytaøði.

Avleiðingar fyri koppseting
Landsdjóralæknin sigur eisini, at tað er óvist um hendan gølan eisini fer at fáa avleiðingar fyri royndirnar at fáa ES myndugleikar at góðkenna at føroyingar fara at koppseta fyri ILA.
? Men bæði ES kommisiónin og og heilsufrøðiligu starvsstovurnar í teimum ymsu londunum, hava gjørt púra greitt, at tað kann ikki koma upp á tal at loyva føroyingum at koppseta fyri ILA, verða munadygg tiltøk ikki samstundis sett í verk fyri at kunna taka ILA raktan laks beinanvegin sjúkan vísir seg og fyri fyri at forða fyri, at smittan inn breiðir seg, sigur Landsdjóralæknin.