Á tíðindafundi fyrrapartin í dag um staðseting av nýggjum tjóðleikhúsi, mæltu fimm arkitektasamtøk - ella allar fyritøkurnar, sum vóru undangóðkendar til at koma við uppskoti - til, at tjóðleikhúsið verður staðsett við Bursatanga í Havn.
Tað var formaðurin í dómsnevndini, Ólavur Jøkladal, sum handaði landsstýrismanninum í uttanríkis-og mentamálum, Jenisi av Rana, tilmælið, og tað var landsstýrismaðurin, sum síðan handaði borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðini Mortensen, tilmælið.
- Tjóðleikhúsið verður ein mentanarháborg fyri allar føroyingar. Eg taki tí fult undir við greiða tilmælinum hjá dómsnevndini um at staðseta tjóðleikhúsið við Bursatanga, segði Jenis av Rana, landsstýrismaður.
Hann vísti á, at við Bursatanga kemur tjóðleikhúsið at verða ein prýðiligur portalur til miðbýin, bæði frá sjógvi og landi - ein mentanarháborg, sum fer at ríka býarlívið í okkara høvuðsstaði.
- Tí bæði vóni og vænti eg, at Tórshavnar kommuna fer at taka undir við uppskotinum, segði landsstýrismaðurin, Jenis av Rana, á tíðindafundinum í dag.