Landsnevndin og tingbólkurin hjá Sjávstýrisflokkinum sita beint nú í flokshølunum í Gamla Apoteki og viðgera tilboðið frá samgonguni um at gerast partur av henni Jan A. Joensen, formaður í landsnevndini, segði við Útvarpið fyri løtu síðan, at enn eru ongar avgerðir tiknar teirra millum. Formaðurin sigur eisini, at hóast smáar ósemjur kunnu koma teirra millum, kemur væntandi ein niðurstøða í kvøld.