Fimm vikur undan stórtingsvalinum í Noregi vísir ein meiningakanning, at stjórnin hjá Jens Stoltenberg fer at fella. Kanningin vísir, at teir borgarligu flokkarnir fáa 90 umboð í Stórtingið, og at verandi samgonguflokkar fáa 79.
Tað eru serliga Kristiligi Fólkaflokkurin og Framburðsflokkurin, sum draga nógvar veljarar til sín.
Framburðsflokkurin fær sambært kanningini 26,7 prosent av atkvøðunum. Á valinum fyri fýra árum síðani fekk hann 22 prosent, sum tá bleiv roknað sum eitt sera gott úrslit, skrivar NTB.