Vænta Rankan í vikuni

Tvøroyri: Á Fiskavirking á Tvøroyri høvdu tey nóg mikið av fiski til báðar teir fyrstu dagarnar í vikuni, hóast eingin landing var í gjár og neyvan í dag heldur.

- Men vit vænta Rankan einaferð í vikuni. Nær, hann kemur, er ikki greitt. Vit fara eisini at keypa nakað av fiski á uppboðssøluni, segði virkisleiðarin, Bjarni Hansen, tá ið Sosialurin frætti mánamorgunin.

Hann visti annars at siga, at øll skipini eru úti, bæði trolararnir og garnaskipini.
- Men tað hevur viðrað illa í seinastuni, so ivasamt er, hvat er komið burtur úr hjá skipunum hesar seinastu dagarnar, sigur virkisleiðarin.