Óvæntað palestinsk semja

Tær báðar palestinsku rørslurnar Fatah og Hamas hava gjørt eina avtalu, sum millum annað ger tað møguligt at halda val innan eitt ár.

-Partarnir hava skrivað undir nøkur avtalubrøv, og allar ósemjur eru beindar av vegnum, sigur Taher Al-Nono, sum er talsmaður fyri Hamas í Gaza-geiranum, og ein talsmaður hjá Fatah hevur váttað tíðindini.

Umboð fyri Fatah og Hamas hava tingast í Egyptalandi, og egyptiska fregnartænastan hevur virkað sum millummaður. Sambært Hamas-talsmanninum fáa leiðararnir í rørslunum skjótt eina innbjóðing úr Egyptalandi um at koma hagar at skriva undir ta formligu avtaluna.

Viðurskiftini millum Fatah og Hamas versnaðu nógv, tá Hamas vann valið í 2006 og tók valdið í Gaza-geiranum í 2007.