Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at bert tvey ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Annað skipið landar mánadagin, og hitt landar helst seinni í vikuni. Bæði línuskipini fáa mest av toski og longu.
- Streymurin verður hampiligur í næstu viku, og veðurforsagnirnar síggja hampiligar út. Tí vænta vit, at fleiri línuskip loysa í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at øll frystilínuskipini - uttan eitt - eru til fiskiskap í løtuni. Fýra fiska í íslendskum sjógvi, og tvey fiska undir Føroyum.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, og tað verður veðrið helst eisini. - Vit vænta tí nógvan útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.











