Vænta nógvan svartkjaft í Fuglafirði

- Frá nú av og umleið hálvan annan mánaða fram, vænta vit, at fleiri svartkjaftalandingar verða í Fuglafirði, siga tey á Havsbrún.

Á Havsbrún í Fuglafirði vænta tey fleiri skip, sum dagarnir ganga, nú svartkjafturin er komin í føroyskan sjógv, og prísirnir eru at liva við hjá virkinum. 

 

- Alt eftir, hvussu fiskiskapurin verður, kann eisini roknast við, at neyðugt verður av og á at bíða eftir landingartørni. Landingarorkan hjá okkum liggur millum 100 og 130 tons um tíman - alt eftir, hvussu tað gongur at fáa fiskin upp úr skipunum.

 

Á virkinum í Fuglafirði verður sagt, at gongst, sum tað plagar at gera hesa tíðina av árinum, kann roknast við, at svartkjaftur verður at fáa í føroyskum sjógvi fram til byrjanina av juni mánaði.

 

- Tá plagar fiskurin at fara norður av, sum vit rópa tað - og spjaðir seg, og tá plagar veiðan ikki at roynast.

 

Á Havsbrún siga tey, at tá svartkjafturin seinni aftur - í november og desember - kemur suður yvir aftur ávegis suður í ES-sjógv at gýta, plaga skipini aftur at fáa svartkjaft í føroyskum sjógvi.

 

- Men, frá nú av og umleið hálvan annan mánaða fram, vænta vit, at fleiri svartkjaftalandingar verða í Fuglafirði, verður lagt aftrat.