- Forsølan hevur gingið sera væl, og vit rokna við nógvum fólki í kvøld, sigur fyrireikari til Straight Parade tiltakið í Klaksvík, har tiltiknir popp og rockbólkar spæla Í kvøld kl. 22.00 verða dyrnar lætnar upp í Badmintonhøllini í Klaksvík. Á skránni er tiltakið Straight Parade, sum ein konsert við nøkrum av størstu føroysku tónleikabólkunum í 70?unum og 80?unum. Áhugin fyri tiltakinum er stórur, og roknað verður við nógv fólki til tiltakið.
- Forsølan hevur gingið sera væl, og vit rokna við nógvum fólki í kvøld, sigur Rudolf Joensen, sum er ein av fyrireikarunum.
- Vit hildu, at tað skuldi verða eitt sindur av fest í býnum, nú kommunan fyllir 100 ár. Og eg haldi, at teir bólkarnir, sum fara á pallin í kvøld, eru garantar fyri einum góðum og festligum kvøldi, sigur hann.
Fyrst á pallin eftir kl. 22.00 verða yngri bólkar. Teir eru Cirkus, Rógvi & Co og Concrete.
Kl. 23.30 hevur Hallur Joensen útgávukonsert, og eftir hann koma bólkarnir í hesari røð: Hjarnar, Mr. Straight Ahead, Rag Rags og Dynamitt.