Í metingini hjá Fiskamarknaði Føroya fyri fyrstu vikuna í nýggja árinum verður sagt, at talan helst í mestan mun verður um útróðrarfisk.
- Umframt útróðrarfisk, vænta vit, at einir tveir trolbátar koma inn at landa, og møguliga kemur eisini fiskur frá tveimum garnaskipum.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fiskasløgini í mestan mun verða toskur, hýsa og svartkalvi. Skip, sum hava ligið um ársskiftið, fara nú at loysa aftur.