Í morgin, leygardagin, verður sagt frá eitt sindur av vindi og tí ger Strandferðslan longu nú vart við, at ólag er væntandi á Suðuroyarsiglingini í morgin.
Hann sigur frá 13-14 metrum um sekundið við hvirlum upp í 20-21 metrar um sekundið.
Men tað verður landsynningur, sum er ring ætt at sigla á suðuroyarleiðini, serliga úr Havn og suður á Krambatanga.
Prince er ikki góðkendur til at sigla í líka stórari aldu sum Smyril og tí ávarar Strandferðslan longu nú um, at broytingar kunnu væntast í morgin