Væntaði at miðflokkurin fór at skikka sær hampiligt

? Eftir teimum royndum, vit higartil hava, mugu vit ásanna, at frægasta samgongan hevði verið ímillum fólkaflokkin, javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin, heldur Tórbjørn Jacobsen

Samgongustev

? Eg hevði væntað, at miðflokkurin fór at skikka sær hampiligt, nú kom við í samgonguna.
Politiska framferðin hjá miðflokkinum higartil eru komin eitt sindur óvart á Torbjørn Jacobsen, løgtingsmann tjóðveldisfloksins.
Hann ásannar at at miðflokkurin og tjóðveldisflokkurin hava so ymsa áskoðan á nógv ymisk mál, at teir eru sum eldur og vatn.
Spuringurin er tí, um tað var annað væntandi?
Men úrslitið av løgtingsvalinum 30. apríl varð so løgið, at miðflokkurin endaði í samgongu, tí hann var hóast alt hampiliga sjálvstýrissinnaður.
? Tað tekur oftani nógv ár, áðrenn flokkar, sum eru so lítlir sum miðflokkurin, yvirhøvur koma í samgongu. Tí hevði eg ikki vænta, at hann fór at taka so umstríddar avgerðir, sum hann longu hevur gjørt, fyrst í spurninginum um fosturtøku og nú aftur tá ið landsstýrismaður floksins valdi siðseminevndina.
? Eg hevði væntað, at hann fór at føra ein politikk, har teir vildu vísa, at teir kundu sita í samgongu . Men vit mugu ásanna, at teir hava longu víst, at teir eru ikki búnir at sita í stjórn.
Torbjørn Jacobsen leggur dent á, at hetta er hansara egna áskoðan og hann heldur ikki, at samgongan eigur at tola fleiri politisk tiltøk av hesum slagnum
Men soleiðis sum hann sær støðuna nú, heldur hann, at frægasta samgongan hevði verið ímillum fólkaflokkin, javnaðarflokkin og tjóðveldisflokkin.
?Politisk hevði hetta verið tann frægasta loysnin. Sum tað vísir seg, hevði ein slík samgonga havt hampiliga javnvág, bæði úteftir vinstra og høgra ásinum og uppeftir sjálvstýri og sambandsásinum.
Ikki minst heldur tjóðveldismaðurin úr Eysturoy, at ein slík samgonga er áhugaverd, nú tað vísir seg, at javnaðarflokkurin ikki er so óviljaður at taka undir við einum politikki, sum liggur á sjálvstýriskósini og sum hevði eitt hægri mál á tjóðskaparliga økinum, enn tær gomlu samgongurnar í sjeyti og áttatiárunum ímillum hesar flokkarnar høvdu.
?Sum er, dugi eg ikki at síggja aðrar møguleikar, sigur hann, ikki minst nú tað eisini vísir seg, hvussu sambandssinnaður einsamalli tingmaðurin hjá sjálvstýrisflokkinum eisini er.
? Skulu vit hava ein nøkunlunda skilagóðan, framrættaðan og siviliseraðan politikk, kann væl henda, at hetta hevði verið frægasta loysnin.
Men um hetta skal henda beint nú, veit hann ikki.
?Tað er onki at ivast í, at Bill Justinussen hevur gjørt sjálvmál í spurninginum um siðseminevndina. Men blívur hetta við, fái eg ógvuliga ringt at liva við tí, sigur Torbjørn Jacobsen.