Vænta at taka meiri laks næsta ár

Vit síggja ikki ágóðan av stóru íløgunum enn, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2018 var 168 milliónir krónur samanborið við 252 milliónir krónur triðja ársfjórðing 2017.

 

Tað boðar Bakkafrost frá í morgun.

 

– Virksemið í triðja ársfjórðingi í ár hevur verið nakað lakari í mun til sama ársfjórðing í fjør. Ársfjórðingurin var eisini merktur av óvanliga høga fellinum á aliøki A-81 Kolbanagjógv í september. Hetta hevði útreiðslur við sær og eina negativa ávirkan á tøkuna í komandi ári. Hóast avbjóðingar hava verið, og laksaprísurin hevur verið fallandi í ársfjórðinginum, so var rakstrarúrslitið 168 milliónir krónur fyri samtakið fyri triðja ársfjórðing, sigur Regin Jakobsen, stjóri í Bakkafrost.

 

– Nýggja kryvjivirkið í Vági varð seinkað nakað í mun til tíðarætlanina, men hugaligt verður at síggja, hvussu økta virksemið í Suðuroy fer at hilnast, nú nýggja kryvjivirkið er farið undir at taka ímóti laksi, sigur hann.

 

Í tíðindunum á FM 1 í dag gjørdi Árni Gregersen eina samrøðu við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.