Vænta at myllan melur støðugt um nakrar vikur

– Øll loyvi og fyrireikingar til vindmylluna í Nólsoy komu upp á pláss í 2011, og myllan kom upp at standa 5. august 2012.

Tað sigur Bjarti Thomsen, fyrireikari til vindmylluætlanina í Nólsoy, sum skal nýtast til at hita hús í bygdini við.

Bjarti Thomsen sigur, at tey gjørt nakrar royndarkoyringar, tí tað er ein avbjóðing, at myllan skal sjálvstøðug uttan um netið hjá SEV.

Hann sigur, at tey í meira enn eitt ár hava arbeitt við at finna meira framkomna elektroniska útgerð.

– Eitt tilboð frá fyritøkuni ABB kom í mai 2012, men hetta var dýrt, umleið 130.000 kr til yvir 200.000 kr, alt eftir slag av loysn. Í løtuni eru samráðingar við fyritøkur í fleiri londum, úr Íslandi heilt til Kina, og ein loysn skal veljast fyrsta dagin, sigur Bjarti Thomsen, sum væntar, at myllan í Nólsoy fer at mala meira støðugt um nakrar vikur.