Óvæntað

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Jan Christiansen, er eitt sindur skelkaður av, at kommunan liggur so niðarliga í hagtølunum. ?Vit raðfesta skúlaøkið høgt í kommununi, og skúlastjórarnir hava givið til kennar, at teir eru væl nøgdir við støðuna, so eg eri eitt skelkaður av hasum hagtølunum, sigur borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu.

Tá vit greiða borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu um nýggju hagtølini yvir skúlaøkið, og at Tórshavnar kommuna liggur niðarliga, gerst hann ikki sørt yvirraskaður. - Vit raðfesta skúlaøkið høgt kommununi, og skúlastjórarnir í kommununi hava givið til kennar, at teir eru væl nøgdir við støðuna, so eg eri eitt skelkaður av hasum hagtølunum, sigur borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu.
Jan Christiansen greiðir frá, at skúlastjórarnir siga við jøvnum millumbili, at teir eru rættiliga glaðir fyri støðuna á skúlaøkinum, og takka okkum fyri góðu viðurskiftini. -Talan er nærmast um eina sólskinssøgu á skúlaøkinum millum okkum og skúlastjórarnar, sigur Jan Christiansen.

Ansa eftir
Borgarstjórin í Havn sigur skemtandi, at tað eru trý sløg av lygnum. Tann svarta , tann hvíta og so hagtøl, og vísir á, at ein skal ansa væl eftir við at gera niðurstøður út frá bara hagtølum.
-Ein má hava fyri eyga, at Tórshavnar kommuna hevur ikki havt nakra skúlabygging, síðan í 70 árunum. Vit hava gjørt vanligt viðlíkahaldsarbeiði øll árini, men eingin nýbygging er gjørd, og tað má verða ein av orsøkunum, at vit ikki standa okkum so væl í hagtølunum greiðir Jan Christiansen frá.
Hann vísir á, at størru kommunurnar í landinum hava lægri útreiðslur fyri hvønn fólkaskúlanæmingin, tí størru kommunurnar hava stórdrifts fyrimunir, sammett við smærru plássini.
Jan Christiansen sigur at enda, at verður hugt at árinum 2003, so eru pengar settir av til nýggjan skúla í Hoyvík, Kollafjarðar skúla og í Kaldbak, og vóru tølini fyri 2003 tikin við, var støðan óivað ein onnur.