Meðan politikarar brúka diplomatiskar vendingar, er uppsjóvarvinnan í ES meira bersøgin. Stjórin hjá donsku uppsjóvarframleiðarunum, Esben Sverdrup Jensen, er einki undantak:
Tað er vónleyst at tosa við Føroyar, og tí eru handilstiltøk einasta amboðið. Tiltøkini koma í juli, sigur danski stjórin, sum eisini var á fundi við ES-fiskivinnukommiserin, Mariu Damanaki, í síðstu viku.
Í samrøðu við Rás 2 kemur fram, at uppsjóvarvinnan í Danmark, Skotlandi, Írlandi og Hollandi er av tí greiðu fatan, at fyrst og fremst Føroyar eru stóri skurkurin í uppsjóvarfiskiskapinum.
Felagsskapirnir vísa á tey mongu, úrslitaleysu samráðingarumførini um býtið av makreli, og tí halda tey lítið um føroyska argumentið um, at higartil hava bara tvey samráðingarumfør verið um norðhavssildina.
Hoyr niðanfyri samrøðu, sum Jón Brian Hvidtfeldt hevur gjørt við stjóran hjá donsku uppsjóvarframleiðarunum, Esben Sverdrup Jensen.