Vónleyst at leiða við sjálvsøknum politikarum

- Nú eru fólk ikki meira enn komin inn um hurðina í løgtinginum, áðrenn tey biða um orðið og fara í miðlarnar at markera seg, sigur Signar á Brúnni

Politikkarar eru ikki longur ein veruligur partur av einum løgtingi og einum flokki, har mann tosar innanhýsis, ger semjur og stendur saman. 


Tað heldur Signar á Brúnni, sum í 28 ár var løgtingsmaður og fleiri skifti var landsstýrismaður.

- Hevur tú eina meining, leypur tú út at markera teg. Ov nógvir politikarar hugsa alt ov nógv um at føra seg fram fyri at fáa atkvøður til sín sjálvs. Hetta gera tað serstakliga trupult at leiða ein flokk og eina samgongu, sigur Signar á Brúnni samrøðu við Sosialin í dag.

- Stórar broytingar eru hendar í politiska umhvørvinum seinnu árini. Uppalingin av børnum er nógv broytt, síðani eg var barn og ungur, og tað sæst eisini aftur í politiska umhvørvinum. Tað virkar fyri mær, sum at tað er púra burtur at vera hóvligur og at fara stillisliga fram. Nú eru fólk ikki meira enn komin inn um hurðina í løgtinginum, áðrenn tey biða um orðið og fara í miðlarnar at markera seg, sigur hann.

Samrøðan við Signar á Brúnni kann lesast í fullum líki í dagsins Sosiali.