Vónin og Nomatek hava gjørt avtalu um samarbeiði um útgerð til alivinnuna
P/f Vónin er ein av størstu framleiðarunum av nótum og trolum til fiskivinnuna í Norðuratlantshavi við deildum í Grønlandi og Canada. Hesi seinnu árini hava tey eisini framleitt alinótir og eru nú byrjað at framleiða ringar til alivinnuna.
Í hesum sambandi hevur Nomatek ment útgerð úr rustfríum stáli til at vaska nótir og til at filtrera og sóttreinsa vatnið frá vaskingini. Vónin hevur nú avgjørt út frá teirra royndum í Føroyum at menna søluna á útlendska marknaðinum av útgerð til alivinnuna. Vónin og Nomatek hava í hesum sambandi gjørt eitt samarbeiði, har Vónin marknaðarførir eina heildarloysn við nótum, ringum, vaskiútgerð og útgerð til reinsing av vaskivatni. Nomatek hevur staðið fyri sølutilfari við 3 D tekningum av ringum og maskinum. Eisini hevur Nomatek gjørt ein film við teldutøkni, har hyggjarin ferðast gjøgnum sjógvin framvið havbotninum og uppeftir fortoyningsketunum og rundan um ringarnar.
Signar Poulsen, deildarleiðari á alideildini hjá Vónini, sigur, at teir nú fara undir 1. stig, og at tað er upplagt at byrja í Canada, har Vónin frammanundan hevur eina deild, nevnd Vónin Canada, sum liggur í New Foundlandi. Har arbeiða fast 8 fólk umframt 4-5 fólk, tá tað er sesong. Canada aldi í fjør umleið 140.000 tons av laksi. T.v.s. knapt 3 ferðir so nógv sum Føroyar. Vónin luttekur á eini alimessu í St. Johns í New Foundlandi, Aquaculture 2010, sum byrjar 16. mai. Síðani fara tey til Skotlands. Skotland aldi í fjør 120.000 tons av laksi. Fyrst luttekur Vónin á messu í Inverness, eisini nevnd Aquaculture 2010, sum byrjar 20. mai. Síðani á Fishing 2010 í Glasgow, sum byrjar 22. mai. Fishing 2010 er bæði ein fiskivinnu- og alimessa. Signar Poulsen hevur stórar vónir um menning av søluni, serliga nú teir saman við Nomatek kunnu bjóða heildarloysnir til alt innan veiting og handfaring av nótum til alivinnuna.