Vónin livir hjá Neistanum


 

VÍF-Neistin 25-21 (14-12)


Hóast tað kann vísa seg at gerast sera tungt, so man vónin um eitt finalupláss í Coca-Cola kappingini enn vera á lívi hjá Neistakvinnunum, eftir at tær mikukvøldið taptur við fýra málum móti VÍF.

Neistin helt sær annars á odda meginpartin av fyrra hálvleiki, men eftir at VÍF beint fyri hálvleik skeyt fýra mál á rað, megnaðu tær alla tíðina at halda fast um leiðsluna. Tað var tó ikki fyrr enn ímóti endanum av dystinum, av tær fingu økt nakað serligt um munin, og tað kann væl vísa seg, at júst hendan økingin kann gerast nógv verd hjá VÍF.


Fyri heimaliðið skeyt Ioana Rápa 9 mál, meðan Nicoleta Radu skeyt 6

Hjá Neistanum skeyt Katrin á Neystabø 9 mál, meðan Annika Thomsen skeyt 5 mál