Tað eru ikki bert seinastu tvær vikurnar, ið telja. Eg vóni, at veljarin hyggur at tí, ið avrikað er hetta valskeiðið, og samstundis hugsar fram, sigur Kristian Magnussen Javnaðarflokkurin stendur at missa ein mann í Suðurstreymi ? men stendur samstundis til at vinna tvær kvinnur á ting í sama øki
- Í grundini er tað so einfalt, at verði eg ikki valdu inn aftur, so er tað tí, at veljarin ikki hevur nóg stórt álit á mær, sigur Kristian Magnussen.
- Hann sigur, at tað er so ymiskt, sum fólk føra valstríð. Summi eru nógv frammi, summi minni, og summi brúka nógvan pening, onnur minni. Eg fari at biðja fólk um at hugsa longur aftur enn eina ella tvær vikur, sigur Kristian Magnussen.
Hann heldur seg síggja tendensir í kanningini sum benda á, at hon skal takast við fyrivarni. Hann trýr lítið upp á, at hvørki Óli Breckmann ella Bjarni Djurholm sleppa á ting aftur. Men í síðsta enda koma tey inn, sum veljarin hevur størst álit á.
- Eg vóni bara, at fólk hugsa seg um. Eg vóni tey minnast, hvat er komið av skafti hetta valskeiðið. Tað er so nógv, man hevur verið við til at bygt upp, men eisini nógv, sum man hevur verið við til at varðveitt, sigur Kristian Magnussen.
- Tí tað ræður ikki bert um at bróta burtur úr nýggjum, men eisini at varðveita tað, sum vert er at halda fast um. Vit forðaðu eitt nú fyri, at rentustuðulin varð avtikin, og tað er eitt dømi um nakað, ið vit eiga at varðveita, sigur Kristian Magnussen.
Hann heldur ikki, at hansara støða til Føroyar sum eitt valdømi hevur skatt hann nakað.
- Eg havi kanska mist eitt sindur av teimum gomlu atkvøðunum, men so fái eg vónandi nakrar nýggjar í staðin fyri, sigur Kristian Magnussen.