-Vóni at føroyingar vera kappingarførir

Nú fyrsta oljuboring verður aftur á landgrunninum í mong ár verður aftur møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at bjóða uppá arbeiði. Statoilstjórin vónar, at føroyingar bjóða seg fram og verða kappingarførir

Oljusáttmálar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo



-Vit vilja gera okkara fyri, at føroyskir veitarar fáa so nógvar av sáttmálunum sum gjørligt. Hetta sigur Rúni Hansen, stjóri í Statoil, nú umleið eitt hálvt ár áðrenn farið verður at bora á landgrunninum. Hetta er so eisini í tráð við andan í føroysku lóggávuni um, at í tann mun føroyskar fyritøkur eru kappingarførar, skulu tær fáa lut í virkseminum rundan um eina oljuboring.

Stena Don kemur í føroyskan sjógv miðjan juli og fer at bora í tveir til tríggjar mánaðir. Hetta er stutt tíð, tá hugsað verður um at fáa nakað týðandi virksemi burtur úr hjá føroyskum fyritøkum. Men hetta eru so umstøðurnar, nú tað bara verður ein brunnur boraður í ár. Tá oljufeløgini boraðu sínar fyrstu brunnar í 2001 vóru fleiri brunnar boraðir eftir hvønn annan, og tað gjørdi tað so nógv lættari og betri fyri føroysku tænastuvinnuna. Men hetta er so nýggi veruleikin, sum vinnan má taka við.

Runavík
Statoil hevur gjørt av at brúka úgerðarhavnina í Runavík. Hon hevur annars ikki havt nakað arbeiði síðani borað varð fyri nøkrum árum síðani. Rúni Hansen vísir á, at aftrat utgerðarhavnini verður so eisini møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at bjóða uppá tey stóru arbeiðini tvs. supply- og standbyskip og tyrlusáttmálar. Aftrat hesum koma so smærri sáttmálar, sum eigararnir av boripallinum taka sær av. Og her vísir tað seg oftani, at fyritøkur, sum borifelagið longu samstarvar við, fær tær kontraktirnar tvs. heldur fram við verandi sáttmálum.

Statoil vónar, at tær fyrstu kontraktirnar kunnu vera klárar at bjóða út í mars . -Eg vóni, at føroyingar fara at bjóða og vera kappingarførir sigur Statoilstjórin.

Avmarkað tíð
Uppá fyrispurning um ikki fyritstøðufelag hevur skyldu til at sannføra eigarar av boripalli um, at hesir eisini skulu brúka føroyskar vørur og tænastur sigur Rúni Hansen, at tað sjálvandi er teirra uppgáva at gera feløgunum greitt, hvørjar lógir eru galdandi í Føroyum. Lógin leggur eisini upp til, at føroyingar fáa møguleika at vera við í virkseminum so nógv sum tilber. -Talan er tó bara um eitt virksemi í 2-3 mánaðir, men vit fara sum fyristøðufelag sjálvandi at siga við borifelagið, at har teir kunnu og har teir ikki hava tilfar oa. við, og har føroysk virki kunnu bjóða seg fram, har mugu teir eisini royna at geva føroysku feløgunum ein tjans at bjóða.

Her kann talan t.d. vera um viðlíkahaldsarbeiði og catering. Men tá báturin hevur ligið við eini langari kontrakt í Noregi og bara skal virka her í stutta tíð, so tað er ikki so beint fram. Men hetta er so nakað, sum komandi mánaðirnir fara at vísa.