Vónbrotin Ståle

Tvey mál til Benfica innan fyri bara tveir minuttir oyðiløgdu allar vónir hjá FCK um víðari luttøku í Champions League. Og tað var ikki nakað, sum hóvaði FCK-venjaranum serliga væl.
- Vit byrja dystin væl, og sjálvur hevði eg eina góða kenslu fyrstu løtuna. Vit hava eisini ein góðan møguleika, tá Grønkjær leggur inn til Hutchinson, men ístaðin koppar alt, tá teir skora tvær ferðir innan 90 sekund, segði Ståle Solbakken.
Og so kundi venjarin heldur ikki lata vera við at iðra seg um, at Celtic vann sín dyst.
Úrslitini týskvøldið bera nevnliga við sær, at FCK heldur ikki hevur møguleika at røkka triða plássið í bólkinum. Hetta gevur annars atgongd til luttøku í UEFA-Cup, men tann møguleikan fær FCK so ikki.