Vónbrotin Ingi Olsen staðfestir gott føroyskt avrik

(FM1) Hoyr landsliðsvenjaran hjá Grønlandi seta orð á eitt vánaligt grønlendskt avrik, og eitt gott føroyskt avrik

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við landsliðsvenjaran hjá Grønlandi, Inga Olsen úr Vestmanna sum sá sínar menn tapa heili 22-37 (11-18) ímóti Føroyum, ið er størsta grønlendska tapið ímóti Føroyum nakrantíð.

 

Ingi Olsen staðfestir, at fleiri av hansara spælarum eru ikki komnir yvir vónbrotið at tapa bronsufinaluna í panamerikanska endaspælinum í Nuuk, tá Chile fór við bronsuni og HM-endaspælsplássinum aftaná umdyst. Grønlendsku spælararnir gjørdu alt ov nógv mistøk, og vóru til tíðir rendir um koll av einum vælspælandi føroyskum liði.

 

Ingi Olsen staðfestir samstundis eitt framúr gott føroyskt avrik. Føroyska verjan spardi ikki nakran, og grønlendska liðið hevði tað trupult at sleppa ígjøgnum føroysku verjuna.

 

Avrikið hjá Grønlandi var sambært Inga Olsen katastrofalt vánaligt.

 

Nú ætlar Ingi Olsen, at eitt munandi betri avrik skal fremjast í dystinum ímóti Føroyum í heimbygdini, Vestmanna í morgin klokkan 17. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum á FM1, ið øll hoyra á www.midlar.fo.