Vónbrotin av fjepparunum

Forsetin í PSG er ikki bara glaður eftir at felagið í gjár vann franska meistaraheitið.

PSG gjørdist í gjár meistari í fronskum fótbólti, tá ið teir vunnu heili 7-1 á heimavølli ímóti einum øðrum stórfelag, verandi meistarunum úr AS Monaco. Hetta er sjeyndu ferð, at høvuðsstaðarfelagið vinnur Ligue 1.


Forsetin í PSG, Nasser al-Khelaïfi, var eftir dystin í gjár misnøgdur við uppmøtingina hjá PSG-fjepparunum, tí stórir partar av leikvølli teirra, Parc des Princes, stóðu og gapaðu uttan nakrar áskoðarar.


Orsøkin sigst vera, at franska fótbóltssambandið fyrr í ár hevur stongt nakrar bólkar av leikvøllinum vegna ófrið, og at fleiri áskoðarar valdu at vísa samhuga við hesum áskoðarunum við ikki at møta upp til dystin.


- Vit saknaðu okkara áskoðarar, og tað er harmiligt. Eg vóni, at fótbóltssambandið hugsar seg um næstuferð. Hetta var ein dystur, sum øll hugdu eftir, men hetta endurspeglaði ikki hýrin, segði Nasser al-Khelaïfi við RC Sport.


Forsetin heldur tó ikki, at bannið frá franska fótbóltssambandinum er ein nóg góð grundgeving fyri ikki at møta upp til dystin og at feiðra meistaraheitið saman við spælarunum.


- Eg skilji tað ikki. Vit hava altíð gjørt alt fyri fjeppararnar, og eg vónaði, at teir fóru at møta upp og stuðla okkum í einum slíkum dysti, segði Nasser al-Khelaïfi, sum nú fer at taka trupulleikan upp í nevndini í felagnum.